1. mai skipaðu Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri 1. Maidagshaldi á Reyða Torginum í Vestmanna. Fundarleiðari var Páll Hellu. Rakul í Gerðinum, Ingolf S Olsen og Aksel Johannesen hildu røðu.
Vestmanna Hornorkestur, undir leiðslu av Atla Petersen, stuðlaðu eisini undir tiltakið við vælljómandi tónum, og ungdómshúsið Staðið stuðlaði eisini við tøkniligari útgerð. Eftur tiltakið vóru uppmøttu fólkini bjóða til ein drekkamunn og køku í felagshølinum hjá Vestmanna Arbeiðarafelag. Tað var eitt sindur vátt í veðrinum hendan dagin, men tað bilti ikki, tí fólk møttu upp kortini.