Fleiri fiskiskip eru savnaði í havn, har mótmæli verður uttanfyri løgtingið í dag. Tað byrjar eisini at fyllast við fólki uttanfyri løgtingið.
Tá løgtingið fer undir fyrstu viðgerð av fiskivinnunýskipanini í dag verður mótmæli uttanfyri tinghúsið. Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag skipa fyri mótmælinum. Talur verða í klubbagarðinum, umframt at tingfundurin verður stroymaður á stórskíggja.
Tað er longu fitt av fólki savnaði uttanfyri løgtingið, og fleiri skip eru komin til havnar at liggja í dag.