143,8 milliónir verða fluttar í búskapargrunn

Á fíggjarlógaruppskotinum, sum Kristina Háfoss hevur lagt fyri løgtingið, sæst at 143,8 milliónir verða fluttar í búskapargrunnin. 

Tað stendur í lógini um Búskapargrunn Føroya, at endamálið við honum er at tálma sveiggjum í búskapinum og at tryggja ein sjálvbjargnan búskap. Samgongan, ið hevur sett sær fyri at tryggja búskaparliga haldførið og bera Føroyar fram ímóti meira sjálvbjargni, hevur eisini valt at uppraðfesta Búskapargrunn Føroya.

Í 2016 varð lógin fyri grunnin tí broytt soleiðis, at yvirskot á fíggjarlógini altíð skal flytast í grunnin. Ítøkiliga skulu 20 prosent av avlopinum upp til 200 milliónir og 50 prosent av avlopinum niðan fyri 200 milliónir flytast í grunnin. Avlopið í 2017 verður 407,6 mió. kr., sum er tað hægsta avlopið í sekstan ár, og tískil er flytingin í búskapargrunnin á 143 milliónir eisini størri enn nakrantíð.

Nakað yvir 200 milliónir standa nú í búskapargrunninum, men inntøkan kann um nøkur ár fara at nærkast eini milliard, um inntøkurnar komandi ár verða tær somu sum í ár.