Jenus í Trøðini greiðir frá, hvussu fiskivinnutiltakið hjá Norðstreymoyar Tjóðveldi riggaði. Tiltakið var 14. juni í Vestmanna.
Jenus í Trøðini hevur skrivað,
Samandráttur:
Løgtingsmaðurin Pauli Trond Petersen bjóðaði vælkomin, og greiddi heilt
stutt frá um samgonguarbeiði í samband við fiskivinnunýskipanina. Síðani
gav hann orðið víðari til Høgna Hoydal.
Høgni legði út við, at tað var eitt stórt arbeiði, ið var gjørt; og hann
vónaði framvegis, at flokkar frá andstøðuni kundi finna uppá at vera við í
semjuni, tá ið málið kemur í løgtingið.
Næst hugleiddi hann eitt sindur um, at nú er rætta løtan at fremja
nýskipanina. At flokkarnir afturi í 2007 hildu seg hava góða tíð at koma
fram til eina semju, men at vit nú í tólvta tíma núðstani eru farnir at
ressast við.
Hann lýsti trupuleikarnir við verðandi skipan.
Hann lýsti ymisku uppisjóvar fiskastovnarnar, og hvussu teir ferðast; og
samstundis vísti hann á, at Føroyar liggja sera væl fyri, tá ið tað kemur
til ferðandi stovnarnar, tí vit liggja so mitt í øllum rokanum av øllum
stovnunum. Allir stovnarnir svimja rund um Føroyar. Hetta segði hann, fór
at geva okkum eina góða samráðingarstøðu, nú tá ið vit í næstum fara at
samráðast við hini strandalondini.
Síðani kom hann inná inntøkugrundarlagið hjá uppsjóvarvinnuni, og hann kom inná hvussu stórar
inntøkur teir hava fingið árini síðani fyrst í 2000.
Høvuðsmálið við nýskipanini er: EIN VARANDI LOYSN
Loysnin er bygd á 3 súlir: 1) Stovnsrøkt og burðardygg veiða 2) Virðisøking
og virksemi í FO 3) Atgongd at fiska. Hann greiddi eisini eitt sindur nærri
um hesar súlurnar.
Síðani kom hann inná tað fløkta og trupla, tí hann ásannaði blankt, at
vissir tættir í uppskotinum vóru tað. Tað var m.a. 1) Umrokning til kvotur 2) At skapa javnar møguleikar at reka vinnu 3) Felagskvotur 4) At tryggja røttu tilfeingisrentuna.
Til endans tók hann samanum tað, ið samgonguskjalið sigur um
fiskivinnunýskipanina.
Framløgan tók ein tíma, og hon var stutt og greið. Høgni fór ikki niður í
smálutir.
Ein spurningur kom áðren steðgin, og hann snúði seg um brúk av rist á
stongdum leiðum. At ristirnar riggaðu ikki, og so varð spurt um stongdu
fiskileiðirnar fóru at vera opnaðar aftur um man fór at brúka tær. Til hetta
segði Høgni, at tað var meiningin at opna stongdu fiskileiðirnar tá ið hann
hevði fingið vissu fyri, at ristirnar riggaðu. Men øll økini blivu ikki
opnaði í einum, men tað bleiv eitt økið opna at gangin. Og so skuldi man
eftirmeta gongdina so hvørt.
Síðani var pausa, har ið fólk kundu fáa sær køku og té/kaffi.
Eftir fundin komu spurningar. Pauli Trond Petersen var orðstýrari.
1) Ein stórur partur av spurningunum snúði seg um stovnsmetingar, og ikki
minst skeivar stovnsmetingar. Ein av fundarfólkinum, Eyðun Hansen, hevði
fyrireika seg væl, og hann setti sera beinraknar og viðkomandi spurningar
um fiskaloysi, og hann havði eisini prenta tekst út um evni, sum hann so
deildi út millum fundarfólkið (mynd er viðheft). Høgni greiddi frá, at hann
mátti virða úrslitini av kanningum, sjálvt um tær ikki altíð vóru rættar.
2) Ein annar spurdi um argumenti fyri kvotaskipanina; tí sum hann meinti,
so var fiskidagaskipanin ongantíð verðuliga sett í verk sum hon skuldi.
3) Ein spurdi um, hvør mælti til kvotaskipan. Um hetta segði Høgni, at tað
hevði fiskivinnunýskipanarnevndin gjørt, og at í øllum øðrum londum høvdu
tey kvotuskipan. Sjálvt um hann eisini ásanni, at náttúruviðurskiftini í
Føroyum ikki kunnu samanberast við tey uttanlands.
4) Ein spurdi um eftirlit. Í dag eru 2 eftirlitsfólk á landi, og 1 1/4
eftirlitsskip. Tað er nógv for lítið, og eftirlitið, segði Høgni, fór at
vera hert á landi, óansæð hvat lagnu nýskipanaruppskotið fær. Hann nevndi
eisini, at planir vóru kanska um at keypa okkurt eyka skip til eftirlit, tá
ið uppskotið kemur í gildi.
5) Ein annar spurningur var hví so nógvir føroyingar fóru uttanlands at
fiska.
Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast her
Stemningurin var eitt sindur tryktur eina løtu, og ákoyringarnir heklaðu
niður á Høgna og stovnsmetingarnar hjá Magnus Heinasson. Men Høgni svaraði
væl uppá spurningarnar, og hann kom uppundan aftur.
Eitt, sum fundarfólkið eisini eftirlýsti var, at fiskivinnufróðingarnir
eisini stillaðu seg fram til tílíkar fundir, sum var hetta kvøldið. Tað er
bert larmandi tøgn frá teimum, og tí fáa reiðarir og aðrir sterkir
áhugabólkar frítt rúm at koma við sínum larmi.
Ein fyrrverandi alttingsmaður var eisini á fundi, og hann varð spurdur um
kvotaskipanina í Íslandi, og hvussu royndirnar hjá teimum vóru.
(undirritaði skilti tó tíverri ikki hvat hann segði, á íslendskum). (Hann
var gestur hjá Paula Trond.)
Pauli rundaði av, og fólkið klappaði fyri landstýrismanninum. Fundurin
skuldi enda kl. 21.00, men hann endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av
22.00. Fundarfólkið lat væl at fundinum, og onkur av teim meir ákoyrandi
krittisku sjómonnunum helt fyri, at “hetta var ein veldigur fundur!”. Eini
30 fólk møttu til fundin, og tey komu ikki bara úr nærumhvørvinum, men
eisini úr m.a. Tórshavn og vágunum.
Les eisini: Tiltak um fiskivinnuna í Vestmanna