Fiskamarknaðurin hevur í dag selt rættindini til 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild.
Landskassin fekk 18 milliónir og 983.000 krónur, tá ið Fiskamarknaður Føroya í dag seldi rættin at fiska 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild á opnari uppboðssølu. Miðalprísurin er 1,05 krónur fyri kilo. Næraberg, Borgarin, Norðborg, Tummas T, Jupiter og Nýborg keyptu á opnu uppboðssøluni í dag.
Sambært Kringvarpinum upplýsir Fiskamarknaðurin ikki, hvussu nógv hvørt skipið hevur keypt og fyri hvønn prís. Tær upplýsingarnar kemur Fiskimálaráðið við seinni í dag.
Hetta er triðja uppboðssølu út av tilsamans átta, sum verða hildnar í august og september. Sambært Kringvarpinum seldu Fiskamarknaðurin og Vørn fiskirættindi í síðstu viku fyri 42 milliónir krónur, og í dag hevur Fiskamarknaðurin selt rættindi fyri 19 milliónir krónur afturat. Tískil hevur Fiskimálaráðið, umvegis Vørn og Fiskamarknaðin, selt rættindi fyri tilsamans 61 milliónir krónur higartil í ár.