203 ár síðan grundlóg varð undirskrivað í Noregi

Í dag eru 203 ár síðani, at grundlóg varð undirskrivað í Noregi í eini roynd at samtykkja sjálvstøðugu støðu Noregis. Noregi var stutt eftir noytt at ganga inn í Svenska Kongsríkið. Dagurin verður í dag hátíðarhildin sum flagg- og tjóðardagur Noregs. 

17. mai í 1814 undirskrivaðu umboð í Ríkisdegnum í Noregi norsku grundlógina og samtykstu einmælt at gera danska prinsin, Kristian Fríðrik, til kong í landinum. Danska kongaríkið hevði tapt í Napoleons Krígnum og 14. januar í 1814 varð friðaravtala gjørd ímillum Svøríki, Ongland og Danmark. Avtalan bar í sær, at Danmark mátti lata Noreg til Svøríkis.

Í Noregi var ónøgdin við støðuna stór, og tí var eitt ting kallað saman at gera grundlógina. Men eftir stutt kríggj við Svøríki, varð Noreg aftur noytt at ganga undir Svøríki í august sama ár. Kongur Svøríkis góðtók tó, at Noreg hevði egna grundlóg, tó við lítlum broytingum. Í upprunaligu grundlógini stóð, at Noreg var “óbundið” at nøkrum ríki, men seinna grundlógin, sum Bernadotte Kongur í Svøríki góðtók segði, at Noreg var “sjálvstøðugt.” Tað bar við sær, at Noreg framvegis var sjálvstøðugt í innanríkismálum, men at uttanríkismál vóru felagsøki, umframt at kongur Svøríkis gjørdist kongur í Noregi.

17. mai verður framvegis hátíðarhildin í Noregi, og dagurin gjørdist formligur flagg- og tjóðardagur í 1947.

Hvør veit? Kanska føroyingar halda sín fyrsta grundlógardag næsta ár, tá ætlanin er at atkvøða um føroyska grundlóg.