Ferðin til Japan gevur møguleikar

Frá 1. til 9. septembur er vinnunevnd løgtingsins á uttanlandsferð í Japan. Ávíst kjak hevur verið um ferðina. Magni Arge og Bjørt Samuelsen eru limir í vinnunevndini. Tey taka bæði undir við ferðini og vísa á, at hon gevur okkum møguleikar til framtíðar samstarv og handil.

Bárður á Steig Nielsen, formaður fyri Sambandsflokkin, hartaði fyrr í vikuni løgmann, landsstýrið og samgonguna fyri at raðfesta ferðina til Japan fram um onnur átrokandi mál. Hann vísti á, at vinnunevndin skal viðgerða fiskivinnunýskipanina, og at løgtingið skal samtykkja uppskotið um stjórnarskipan áðrenn 25. oktobur, um hon skal til fólkaatkvøðu á flaggdegnum komandi ár. Løgmaður vísti tó í samrøðu við Kringvarpið á, at tað er løgtingið sjálvt, sum ger av at fara slíkar uttanlandsferðir. Hvørki løgmaður ella landsstýrið hava avgerðarrætt í hesum.

Bjørt Samuelsen vísir á, at nógvir møguleikar eru í vitjanini.

– Japan er eitt framkomið og spennandi land í vinnuhøpi – ikki minst tá ið ræður um fiski- og alivinnu. Á nevndarferðini fara vit at hitta politikarar og vitja ymiskar vinnufyritøkur – serliga fiski- og alifyritøkur, umframt sendistovur hjá grannalondum okkara, sum virka í Japan. Eins og tá ið aðrar løgtingsnevndir ferðast, er ein uppgáva at kunna seg um viðurskiftini í viðkomandi landi, og ikki minst at knýta sambond, sum ofta vísa seg at gerast týdningarmikil. Og eisini at fortelja um Føroyar og okkara spennandi vinnulív og mentan, sigur Bjørt Samuelsen í viðmerking til Fjúrtanda.

Andstøðan hevur meiriluta í vinnunevndini. Eisini Sambandsflokkurin hevur umboð í vinnunevndini. Tað kann tí tykjast undrunarsamt, at Bárður á Steig Nielsen hartar samgonguna og landsstýrið fyri uttanlandsferðina. Í henni sita: Bjarni Hammer, Jógvan Skorheim, Bjørt Samuelsen, Magni Arge, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsøe.

Bjørt Samuelsen vísir á, at ferðin langt síðan er løgd til rættis:

– Ferðin er sjálvandi løgd til rættis fyri langari tíð síðani, og tá ið ein andstøðuformaður finst at henni, man tað fyrst og fremst snúgva seg um at skora nøkur serstakliga bílig stig. Samgongan leggjur sjálvandi alla orku í stórmálini, sum skulu avgreiðast í heyst, og at vinnunevndin – har andstøðan sum kunnugt hevur meirilutan – eru uttanlands í nakrar dagar, nýtist ikki at órógva arbeiðið, sigur Bjørt Samuelsen víðari.

Magni Arge heldur eisini, at vit hava áhugamál við Japan.

Magni Arge heldur eisini, at vit hava áhugamál í Japan.

– Japan er relevant politiskt og vinnuligt, tí tey keypa nógvan fisk og gjalda fegin fyri góðsku, og so hava vit tað til felags at verja rættin til at gagnnýta alt havsins tilfeingi byrðardygt – og so eisini áhugan fyri arktiska økinum. Vit innflyta eisini nógv úr Japan, sigur Magni Arge í viðmerking til Fjúrtanda.



Related Posts