Fyrstu jarðberini hjá “Veltuni” á Sandi, vórðu seld til hægstbjóðandi klokkan 9 í kvøld. Ikki kann sigast annað, enn at prísurin var góður, tí 250 gramm vórðu seld fyri 210 krónur.
Veltan er eitt felag hjá framleiðarum av grønmeti og matvøru í Sandoynni. Felagið hevur ætlan um, at Sandoyggin skal verða grønmetisoyggin í Føroyum, og at føroyingar skulu eta meira vistfrøðiligt.
Í gjár vóru fyrstu jarðberini frá veltuni seld á uppboðssølu á Facebook bólkinum “Endurnýtsla og smásøla í Sandoynni.” Sigast kann ikki annað, enn at úrtøkan hjá felagnum var góð, tí 250 gramm av jarðberum fóru fyri 210 krónur. Sølan vardi í áleið fýra tímar – tá varð stongt fyri boðum.