275 fólk fingið pláss á Setrinum

Av 353 umsóknum lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroyar vórðu 275 gingnar á møti. 

Tað vóru 353 umsøkjarar til lestrarpláss á Setrinum í ár, og av teimum vórðu 275 gingngar á møti. Talið er nakað lægri enn í fjór, tá ið 409 fingu tilboð um lestrarpláss.
Í ár hava 230 fólk fingið tilboð um bachelorútbúgving, 14 um hjánám, og 31 masterútbúgving. Av teimum 81, ið ikki fingið pláss á hesum sinni, hava nøkur fingið at vita, at tey standa á bíðilista, ímeðan onnur als ikki sleppa inn í ár.
Freistin at taka við lestrarplássinum er 1. august.
Bjóðað lestrarpláss 2017 Kvota 1    Kvota   2 Tilsamans  
Sjúkrarøktarfrøði 20 10 30
Lærari 28 7 35
Námsfrøði 28 7 35
Búskaparfrøði 31 1 32
Føroyskt BA 15 15
Politikkur og umsiting 19 3 22
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging 19 3 22
Søga BA 15 15
Orkuverkfrøði 14 1 15
Orkuvísindi 1 1 2
Orkuvísindi og støddfrøði 5 2 7
Hjánám í føroyskum 5 5
Hjánám í støddfrøði 5 2 7
Hjánám SSD 2 2
Bachelor og hjánám tilsamans 207 37 244
Masterlæra 14
Føroyskt 2
Løgfrøði 4
West Nordic Studies 11
Master tilsamans 31
Bjóðað lestrarpláss tilsamans 275