Mánadagin letur nýtt venjingarhøli upp á Hólmanum á Eiði. Fyrstu dagarnar ber til at fáa vegleiðing at nýta venjingarmaskinurnar.
Mánadagin lata nýggju venjingarhølini upp á Eiði, har maskinur vera til vøddavenjing. Tað er kommunan, ið eigur hølini, og tað fer eisini at verða bíligari hjá fólki í kommununi at brúka hølini.
Tað fer at kosta 500 krónur um árið hjá borgarum úr kommununi at nýta hølini, ímeðan tað fer at kosta 2000 krónur hjá øðrum fólki. Hvørt húski í kommununi fer at kunna ogna sær lykil.
Til ber at tekna seg til venjingarhølini her