Above and Beyond fyrsti leikurin á Tjóðpallinum í 2018

Fyrsti leikur, ið verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í 2018, verður dansisýningin “Above and Beyond”, ið er gestaleikur við føroyska dansaranum Búa Rouch og ísraelska koreografinum Daphna Horenczyk. 

Í stykkinum verða talgild ovurstimbran og møði í 21.øld viðgjørd. Áskoðarin stígur inn í ein heim við estetiskum íblástri úr surrealismu, 60ara science fiction og hipstaramentan, har tveir gátuførir leikarar útføra royndarvirksemi, ið trýstir kognitivu og kropsligu førleikarnar til tað ytsta.

Við modernaðum dansi, performance list og einari heimagjørdari
elektroniskari maskinu, uppstendur eitt pall-landslag og ein
hendingargongd, ið umskapar kropparnar á dansarunum, og markið millum tað menniskjasliga, mekaniska og talgilda.

Harvið verður speiskliga sett spurnartekin við nøkur av núverandi tøkniligu rákunum í heiminum, við troytta og útlúgvaða kroppin sum metafor fyri gjónna millum ta ovurstóru mongd av kunning, ein noyðist at halda skil á í 21.øld, og hvat okkara kroppar og tilvitska evolutionert megna.

Sýningar verða:
4. januar kl.19.30
5. januar kl.19.30
6. januar kl.20.30

Les meira og keyp atgongumerki á www.tjodpallur.fo