Ynskið um sjálvbjargni vigar nógv

Í Vági helt Tjóðveldi tørn. Flokkurin varðveitti síni fýra umboð í býráðnum, og borgarstjórin eitur framvegis Dennis Holm.

– Tá eg hugsi sum tjóðveldismaður, er tað í fyrsta lagi loysing – at vit skulu gerast eitt sjálvstøðugt land. Til ta hugsjónina hoyrir sjálvsagt ynskið um sjálvbjargni, og tað vigar ógvuliga nógv í míni kommunalpolitisku hugsan.

– Men tjóðarbygging er eisini ein partur av tí, og tjóðarbygging snýr seg jú millum annað um at uppbyggja ein samleika, at uppbyggja eitt tilknýti millum fólk og kommunu og at byggja upp mentanarberar. Persónliga er tað nakað, sum fyllir hjá mær, tá eg hugsi sum politikari, og tað sampakkar væl við mína tjóðveldishugsjón. Harvið ikki sagt, at tjóðarbygging ikki eisini er nakað, sum kundi fylt hjá einum sambandsmanni ella einum fólkafloksmanni, sigur Dennis Holm.

Sum dømi nevnir hann fjarlestrarumstøðurnar, sum Vágs Kommuna hevur lagt dent á at menna í kommununi.

– Nú kann onkur siga, at vit hava gjørt fjarlestrarumstøður í samstarvi við danskar útbúgvingarstovnar, men vit brúka jú allar teir norðurlendsku útbúgvingarstovnarnar. Tað er ein partur av uppbyggja førleikarnar, sum tú hevur í Føroyum, soleiðis at tú kanst nema tær førleikarnar lokalt í Føroyum uttan at fara av landinum.

Dennis Holm heldur, at Tjóðveldi sum flokkur kundi lagt størri dent á kommunupolitikkin.

– Tað kundi flokkurin gjørt við at stuðla valevnunum meira til kommunuvalini og generelt við at vísa størri áhuga fyri tí kommunalpolitiska arbeiðnum. Men hinvegin skulu vit ansa væl eftir, at floksapparatið ikki fer at leggja seg út í politikkin, sum verður førdur í teimum ymisku kommununum. Kommunurnar hava eitt víttfevnandi sjálvræði, og tað skal virðast, sigur borgarstjórin í Vági.

– Við til tjóðveldishugsjónina hoyrir sjálvsagt ynskið um sjálvbjargni, og tað vigar ógvuliga nógv í míni kommunalpolitisku hugsan, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági og formaður í Kommunufelagnum.