60 uppskot um virksemi í Hoydølum

Í vár heitti Mentamálaráðið á almenningin um at senda inn uppskot til, hvat virksemi í Hoydølum skal vera frameftir. 60 uppskot komu inn.

Tá ið Glasir í Hoydølum flytur niðan í Marknagil standa bygningarnir í Hoydølum tómir. Landið eigur teir, og nú er stór kapping um, hvat virksemi skal vera frameftir.

Uppskotini eru mong og fjølbroytt. Summi vilja hava barnaheim, bústaðir til ung og eldri, ellis- og røktarheim, hotell og kaffistovur osfr.

Ein felagsskapur, sum hevur handað Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, ætlan til framtíðar virksemi í Hoydølum er listaáhugafelagið LISA. Tey vilja sleppa at gera ein miðdepil til listafakligt arbeiði til framleiðslu, framsýning, sølu, marknaðarføring, netverk og altjóða samstarv á lista-, vitanar- og mentanarøkinum.

Í lýsingini hjá Mentamálaráðnum stóð millum annað, at “Uppskotini skulu verða ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flest borgarum at gagni. Fyri at tryggja, at álvari er handan innkomnu uppskotini, skal verkætlanarlýsing og fíggingarleistur fyriliggja”.

Longu nú sæst, at fleiri av hugskotunum lúka ikki kravið um, at fíggingarleistur skal fyriliggja.

Mentamálaráðið fer nú at viðgera uppskotini.