878 heimleys fólk í Grønlandi

Tøl, sum landstýrið í Grønlandi hevur biðið um frá kommunum, vísa, at 878 heimleys eru í Grønlandi. 

Sambært KVF.fo er uppteljing gjørd í kommunum í Grønlandi at vita, hvussu nógv heimleys fólk eru í landinum, og tølini vísa, at tað eru 878 heimleys í Grønlandi.

Sara Olsvig, landsstýriskvinna í almannamálum hevur biðið kommunurnar koma við tølum um, hvussu nógv heimleys eru í teirra kommunum, eftir at landstingskvinnan, Aaja Chemnitz Larsen, hevur spurt landsstýriskvinnuna um málið.

Kringvarpið skrivar, at tað kann vera, at tølini ikki eru heilt neyv, tí tað kann vera ymiskt, hvussu kommunurnar meta um, hvørji eru heimleys.