Á longsta degi upp á hægsta tind

21. juni skipar Unga Tjóðveldið fyri árliga túrinum niðan á Slættaratind á longsta degi. Hetta hevur verið ein afturvendandi túrur síðan 2012. 

Hervør Pálsdóttir hevur skrivað.

Á longsta degi í ár verður árligi túrurin hjá Unga Tjóðveldið niðan á Slættaratind aftur á skrá. Hetta er ein túrur, ið Unga Tjóðveldið skipar fyri á hvørjum ári.

Magnus Heinason Eysturoy heldur, at árligi túrurin niðan á Slættaratind er heilt serligur.

Túrurin á Slættaratind er altíð heilt serligur. Ikki bara tí, at so nógv fólk savnast um at gera tað, sum vit føroyingar altíð hava gjört, men eisini tí, at hýrurin altíð er góður og frískur. Eg elski túrin við Unga Tjóðveldinum á Slættaratind,” sigur Magnus Heinason Eysturoy, ein av fyriskiparunum.

Á hvørjum ári skipar Unga Tjóðveldið fyri hesum túri, og komin á tindin eru røður og tónleikur á skrá, umframt at Unga Tjóðveldið bjóðar okkurt lítið ábit. Hetta plagar altíð at vera ein góður túrur, og undirtøkan hevur hvørt ár verið sera góð.

Sára Sondum, landsnevndarlimur gleðir seg nógv til túrin, sum hon hevur luttikið á fyrr.

Sára Sondum, ið er nýggjur landsnevndarlimur í Unga Tjóðveldinum, gleðir seg til túrin niðan á Slættaratind, ið hon eisini hevur verið við til at fyriskipa:

Aftur í ár ætli eg mær at njóta hválvið á longsta degi á hægsta fjalli í Føroyum,” sigur hon, og hon leggur afturat, at “undanfarnu árini hevur hesin dagurin verið ein tann vakrasti á árinum, og tað vóni eg, at hann verður aftur í ár. Røða, tónleikur, øl og sólsetur saman við einum herligum hópi úti í føroysku náttúruni. Hvat meira kann ein ynskja sær?” 

Unga Tjóðveldið skipar fyri bussi av farstøðini klokkan 18. Bussurin kostar 50 krónur og til ber at skriva seg upp til hann við at ringja á tlf. +298 210096

Les meira um tiltakið her