Aftur á kósina

Ein av orsøkunum til vantandi semjuna um uppskotið til fiskivinnunýskipan er helst tann, at partarnir, sum alt hetta ávirkar og viðvíkur, ikki grunda síni sjónarmið á sama endamál, tosa ikki sama mál og tískil ikki skilja hvønn annan rættiliga. Tá er torført at fáa semju um eitt so stórt og týdningarmikið mál, sum uppskotið til fiskivinnunýskipan er.

Tað ber boð um veruleikasans í samgonguni, nú løgmaður á ólavsøku kunngjørdi, at skipanin við kvotum verður útsett til 1. januar 2019. Hóast nógv orka er løgd í at gera eitt so fullfíggjað uppskot til fiskivinnunýskipan sum gjørligt, er eingin nevniverd eyka orka sett av til at fáa tey mongu løgfrøðiligu brigdi at ganga upp í eina tryggari heild. Tí er skilagott at seta tíð og orku av, so at greiða kann fáast á øllum ivamálum í nýggju skipanini.

Endamálið við fiskivinnunýskipanini er tað sama hjá okkum øllum – tað er at tryggja røkt og búskaparliga og burðardygga gagnnýtslu av livandi tilfeinginum í sjónum, at varðveita sjófeingið sum ogn Føroya fólks, at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá vinnum, ið gagnnýta tilfeingið, og at stuðla undir arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi kring alt landið.

Onkur spyr, um tað ikki er júst tað, vit gera í dag, og heldur tí, at tað er ikki neyðugt ella ráðiligt at broyta verandi skipan.

Hetta er kanska tað, sum hevur stýrt øllum kjakinum, ið hevur verið hesar seinastu mánaðirnar, síðan uppskotið hjá samgonguni varð almannakunngjørt.

Sum eisini roknað var við, gjørdist kjakið merkt av harðligum og víðgongdum spenningum, serliga við atliti at ávísum pørtum í vinnuni og kanska uppaftur grefligari við atliti at ávísum pørtum av landinum.

Av tí sama hevur tað higartil ikki eydnast at fáa ta breiðu semjuna í løgtinginum fyri eini haldgóðari skipan, ið helst skal røkka langt fram í tíðina, har neyðugar tillagingar verða gjørdar ávegis.

Fyri partar av vinnuni og partar av landinum tykist nýskipanin alt ov víðgongd. Fiskimaðurin óttast fyri, at arbeiðsplássini “verða seld á uppboði” – hvussu hetta í veruleikanum skal skiljast, er ikki heilt greitt. Er tað bara tankin um “uppboðssølu”, ið ræðir, ella er tað óttin fyri at missa arbeiði, ið telur? Arbeiðsplássini í vinnuni verða ikki færri sambært nýskipanaruppskotinum. Tvørturímóti eru útlit fyri, at tey kunnu gerast enn fleiri og munandi tryggari enn tey eru í dag, har vit ístaðin fyri almenna uppboðssølu hava privata uppboðssølu av ogn Føroya fólks.

Reiðarin ber ótta fyri, at møguleikarnir fyri sjálvur at gera av, nær og hvar og hvussu hann veiðir og leggur sítt virksemi til rættis, verða avmarkaðir enn meira. Tað, sum hesin reiðarin kanska gloymir er, at nýskipanini tvørtur ímóti skal bøta um møguleikarnar at veiða og leggja til rættis, umframt at tryggja javnari virksemi yvir tíð. Hetta er ein vinningur, bæði fyri fiskimannin, reiðaran og landið sum heild.

Vit mugu hava álit á, at okkara fólkavaldu taka rættar avgerðir og koma til skilagóða niðurstøðu í hesum stóra máli. Tíverri hevur andstøðan higartil valt at standa uttanfyri, hóast samgongan fleiri ferðir hevur bjóðað henni innum. Samgongan hevur eisini flutt seg nógv fyri at tekkjast andstøðuflokkunum.

Politiska skipanin hevur verið í summarfrí og er so smátt farin til verka aftur. Summarfrítíðin hevur verið kærkomin steðgur hjá øllum pørtum at summa seg og verið við til at geva fiskivinnunýskipanini hjá samgonguni enn ein møguleika at fóta sær. Eftir er at fáa kjakið og viðgerðina á tingi og í samfelagnum annars aftur á kósina, so at semja verður fingin um nýggju skipanina og allar tær fyrireikingar, ið krevjast.

John Dalsgarð