Aling á Víkum innan tvey ár

Umstrídda málið um alingina á víkum endar helst við, at alifyritøkan Luna fær fyribils góðkenning at ala. Vága sýsla hevur friðingarmyndugleika.  

Brandar Heðinsson hevur skrivað, 

Tað vakti ans, tá ið tað kom fram, at Luna nú fór undir nýtt alivirksemi á Víkum. Mong fingu ampa av, at hetta økið, ið metist at vera náttúruperla ólík øðrum, nú skal verða karmur um alivirksemi.

Føroya náttúru – og umhvørvisfelagsskapur, FNU, hevur latið út alment skriv, og mælir felagskapurin til at friða økið har norðuri í Vágum. FNU heitir á samhugað fólk um at skriva undir hesa áheitan, við yvirskriftini “Fyri friðing vesturi á Víkum”. FNU hava eisini víst á, at umhvørvisgóðkenningin, sum P/F Luna hevur fingið, er ivasom.

Umhvørvisgóðkenningin fyri Sørvág eisini nýtt á Víkum
Hóast góðir 6.5 km eru millum aliøkini á Sørvági og Víkum eru økini umsitingarliga ein og sami fjørður. Hetta skal skiljast á tann hátt, at alifjørðurin C20, sum í 1998 bert fevndi um Sørvág, nú eisini fevnir um Víkar. Hetta varð gjørt við kunngerð frá vinnumálaráðnum í 2012, tá ið Jóhan Dahl var landsstýrismaður. Tá varð stig tikið til at gera allar firðir í Føroyum atkomuligar fyri alifyritøkur. Orsakað av at lógin einans loyvir einum alara at ala á hvørjum alifirði, er tað tískil bara P/F Luna, sum kunnu nýta aliøkið á Víkum.

Men hóast Sørvágur og Víkar nú eru undir sama umsitingarøki, áðurnevnda C20, eru Sørvágur og Víkar hvør sítt aliøki. Sørvágur A83 og Víkar A14.

FNU hevur fingið innlit í samskiftið ímillum Umhvørvisstovuna og P/F Luna, og tey vísa í áðurnevnda skriviá, at tað er umhvørvisgóðkenningin, sum alifyritøkan hevur fingið fyri Sørvág í 1998, sum verður brúkt í umsóknini fyri at sleppa at ala á Víkum. Økini bæði eru so ymisk, sigur FNU, at umhvørvisgóðkenningin fyri Sørvág ikki kann nýtast fyri Víkar.

Tó kemur ikki fram í skrivinum hjá FNU, at P/F Luna hevur gjørt eina kanning av umhvørvinum á Víkum við tí fyri eyga at fáa Víkar undir ta umhvørvisgóðkenning, sum Sørvágur fekk í 1998. Fjúrtandi hevur fingið váttað frá Umhvørvisstovuni, at kanningarnar eru góðkendar, og at Víkar fyribils eru undir gomlu góðkenningina, so at P/F Luna kann  fara undir arbeiðið. Umhvørvisstovan arbeiðir tó við eini nýggjari góðkenning, sum skal fevna um bæði Sørvág og Víkar, og allarhelst fær P/F Luna tá endaliga góðkenning at ala á Víkum.

Vága sýsla eigur friðingarrættin
Tað er tískil ikki nakað lógarkravt umhvørvisatlit sum fer at steðga ætlaða alivirkseminum á Víkum. Ein nýggj náttúruverndarlóggáva fer allarhelst heldur ikki at forða fyri aling á Víkum, tí kunngerðin um aliøkið á Víkum er frá 2012. Tí skal lóggevast aftureftir, um Luna skal missa loyvi at ala á Víkum. Landsins myndugleikar kunnu tískil lítið gera. Tað er nevniliga Vága sýsla, sum eigur friðingarrættin, og FNU hevur sent umbøn til sýsluna um at friða økið. Fjallavatn, sum liggur nær Víkum, er longu friðað, og FNU vil hava, at friðað skal verða úr Fjallavatni vestur í Barðið og eftir sjóøkinum við landið, har frítt útsýni er.

Verður hetta ynskið ikki eftirlíkað, er sannlíkt at P/F Luna fer undir aling á Víkum innan 2 ár.