Álitið næstan liðugt

Bjørt Samuelsen sigur við Fjúrtanda, at arbeitt verður við at fáa síðstu tættirnar í áltinum upp á pláss. Miðað verður ímóti at leggja álitið fram á næsta tingfundi. 

Fyrr í vikuni visti Fjúrtandi at siga, at Bjørt Samuelsen hevði givið vinnunevndini boð um at skriva álit, og at hon væntaði, at álitið hjá samgonguumboðunum í vinnunevndini fór at verða liðugt í endanum av hesi vikuni.

Álitið er næstan liðugt, men sambært Bjørt Samuelsen, sum Fjúrtandi fekk orðið á um middagsleitið, er álitið næstan liðugt, og miðað verður ímóti at leggja álitið fram á næsta tingfundi, sum verður mánadagin.

Bjørt Samuelsen legði dent á, at allir partar hava givið seg nógv fyri at koma á mál við álitinum, og hon sigur, at tað er stórur vilji í løgtinginum at fáa eina nýggja fiskivinnunýskipan.