Álitið verður nú skrivað

Bjørt Samuelsen sigur við Fjúrtanda, at hon hevur givið vinnunevndini boð um at skriva álit um fiskivinnunýskipanina, sum væntandi verður klárt at leggja fram seinni í vikuni.  

Vinnunevndin hevur nú í langa tíð viðgjørt fiskivinnunýskipanina, og stórt trýst hevur verið á samgonguna. Tað hava verið nógvir hoyringspartar í málinum, og tað er heldur onki loyndarmál, at ávísir partar av samgonguni ikki hava tikið undir við allari nýskipanini.

Bjørt Samuelsen váttar tó fyri Fjúrtanda, at álitið nú verður skrivað, og at tað væntandi kemur úr nevnd seinni í vikuni. Hon sigur, at tað altíð kann henda okkurt, ið útsetir arbeiðið, men at hon væntar, at málið verður lagt fram seinni í vikuni, soleiðis at løgtingið kann viðgera málið í næstu viku.

Øllum kunnugt hevur fiskivinnunýskipanin verið eitt av aðalmálunum hjá samgonguni, ið hevur sett sær fyri at umfordeila virðini av fiskatilfeinginum betur, soleiðis at ein størri partur av virðinum av tilfeinginum kemur Føroya fólki til góðar, samstundis sum fleiri skulu hava møguleika at bjóða seg fram at reka vinnuvirksemi.

Bjørt Samuelsen vil ikki avdúka, hvat fer at standa í álitinum, sum verður skrivað nú, men sigur seg fegnast um, at løgtingið langt um leingi sleppur at viðgera málið.