Almenn móttøka í Gøtu

Fríggjadagin verður móttøka í Gøtu í samband við, at nýggja býráðshúsið verður tikið í brúk. 

Í sambandi við, at nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu verður tikið í brúk, verður móttøka í nýggju húsunum fríggjadagin ímillum klokkan 15.00 og 18.00.

Tað eru umleið tvey og eitt hálvt ár síðan, at kommunan samtykti á býráðsfundi at taka av tilboðnum hjá KBH um at gera húsini, sum nú verða tikin í brúk.

Hetta eru tekningarnar, sum býráðið í Eysturkommuna adkvøddi fyri á sumri í 2015.