Hóskvøldið, 1. juni skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnunýskipanina.
Høgni Hoydal, flokksformaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at greiða frá nýskipanaruppskotinum, og høvi verður, at seta spurningar.
Fundurin verður hildin í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu, kl. 19:30 og endar kl. 21:00.
Øll eru vælkomin.