Als ikki ráðiligt

Í ólavsøkurøðu løgmans varð nevnt, at samgongan vil, at pengarnir skulu fylgja barninum.

Tað merkir, at foreldur, sum ikki senda barnið á dagstovn, skulu ístaðin fáa pening frá tí almenna fyri at ansa teirra egna barni. Upphæddin, sum tað almenna skal veita til foreldrini, svarar til kostnaðin av dagstovnaplássinum.

Í beinleiðis krónum kostar hendan skipanin harvið ikki tí almenna. Hetta fer tó at kosta aðrastaðni, og tað í dýrum dómum.

Kostar á øðrum økjum

Nevnast kann fyrst, at hetta uppskot er ikki gott fyri ein arbeiðsmarknað, ið manglar hendur. Uppskotið fer at elva til, at foreldur trekkja seg frá arbeiðsmarknaðinum og vera heima og ansa eftir børnum. Heitar hendur fara at mangla í enn størri mun á arbeiðsmarknaðinum.

Heimaansning kann eisini gerast ein trupulleiki fyri børn, sum hava foreldur, ið ikki megna at stimbra tey og tryggja teimum spælivinir. Hesi børn fáa eina ringa byrjan uppá lívið. Her kann leggjast aftrat, at tað eru “veikari” familjur, sum fáa lutfalsliga størst peningaligan vinning við heimaansning, tí arbeiðsinntøkan er lægri; tað lønar seg harvið betur hjá “veikari” familjum at gera nýtslu av tilboðnum.     

Hetta eru stórir vansar við uppskotinum. Harumframt má tað fleiretniska føroyska samfelagið eisini takast við í viðgerðini.                     

Tað fleiretniska samfelagið

Føroyar eru so hepnar, at fólkið er vorðið fjølbroyttari seinastu árini við hópin av útlendingum, sum hava búsett seg í Føroyum.

Verður hugt eftir útlendskum kvinnum (ikki-danskir ríkisborgarar) í burðarførum aldri (15-49 ár), so vóru 265 kvinnur í Føroyum í 2005 sambært Hagstovuni. Í 2022 var talið økt til 750 kvinnur.

Hendan stóra økingin stavar mest frá londum uttanfyri Norðanlond, har talið er økt frá 201 kvinnum í 2005 til 667 kvinnur í 2022. Td. eru heili 270 kvinnur í burðardyggum aldri frá Filipsoyggjum og Tailandi.              

Við einum fleiretniskum samfelagi, so er als ikki ráðiligt at stimbra undir, at børn verða ansaði heima við hús. Børn hjá tilflytarum mugu koma í samband við føroyska mentan og nema sær føroyska málið.     

Við hesum í huga so átti tað tvørturímóti heldur at verið viðgjørt, um tað skal vera eitt krav, at senda børn á dagstovn frá 3 ára aldur… eingin orsøk at gera sama feil sum danir.