Altingsvalið: Samgongusamráðingar slitnaðar

Samgongusamráðingarnar ímillum Vinstra-Grøna flokkin, Samfylkingina, Piratarnar og Framsóknarflokkin eru slitnaðar. Framsóknarflokkurin metti ikki, at meirilutin var nóg stórur. 

Altingsval var í Íslandi í síðstu viku, og andstøðan fyri valið hevði einsamallan meiriluta, eftir at valið hevði verið. Andstøðan, ið  var mannað av Vinstra-Grøna flokkinum, Samfylkingini, Piratunum og Framsóknarflokkinum fekk eisini møguleika at skipa samgongu, tá ið Katrin Jakobsdóttir fekk umboð frá forsetanum at skipa stjórn.

Men í dag boðaðu formenninir í flokkunum frá, at samgongusamráðingarnar vóru slitnaðar, tí Framsóknarflokkurin ikki metti, at 32 út av 63 tinfólkum kundu manna eina nóg sterka samgongu.

Katrin Jakobsdóttir segði við RUV.IS fyrr í dag, at hon fór á fund við forsetan seinni í dag, og hon ætlaði ikki at lata honum umboðið aftur, tí at Vinstri-Grøni flokkurin enn ætlaði at skipa samgongu.

Floksformenninir søgdu annars allir fýra, at samráðingarnar høvdu annars gingið væl. Formenninir fyri Framsóknarflokkin, Samfylkingina og Piratarnar søgdu annars, at teir sjálvandi svaraðu telefonini, um Katrin Jakobsdóttir ringir aftur seinni í dag.

Katrin Jakobsdóttir kann skipa stjórn við Sjálfstæðisflokkinum, men hóast tað hevði givið breiðan meiriluta, verður sagt í íslendskum miðlum, at tað hevði smakkað nógvum í flokkinum hjá Vinstra-Grøna flokkinum illa.