Løgtingið hátíðarhelt altjóða arbeiðaradagin tveir dagar áðrenn 1. mai, tá ið løgtingsformaðurin erpin proklameraði, at løgtingið við góðari samvitsku kundi nú fara í summarfrí, tí farna tingár høvdu tey havt heilar 92 fundir, ið til samans høvdu vart í 390 tímar.
390 arbeiðstímar í eitt ár. Tað svarar til, at ein løgtingslimur er til arbeiðis góðar tveir mánaðir um árið, umrokna vit tímarnar til vanliga arbeiðsviku.
1300 krónur um tíman
Mánaðarlønin hjá einum løgtingslimi er í løtuni 42.345 kr. Ikki so galin mánaðarløn fyri at arbeiða umleið sjey tímar um vikuna. Ein tímaløn uppá einar 1300 krónur. Nakað væl frá lønini hjá arbeiðarafjøldini. Og tá tosa vit als ikki um gyltu eftirlønarskipanina, sum ongin lønarbólkur í landinum kann sammeta seg við. Eftir 16 ár í tænastu fær ein løgtingslimur fulla tænastumannaeftirløn, ið svarar til 60% av mánaðarlønini, tá hann fer á pensjón.
Eingin møtiskylda og summarfrí í apríl
Tað ber eisini til hjá einum løgtingslimi als ikki at møta upp til arbeiðis og framvegis fáa somu 42.345 kr. hvønn mánað + eftirløn. Lønin hjá løgtingslimum er nevniliga fullkomiliga uttan treytir og við ongari møtiskyldu.
Løgtingið er eisini eitt arbeiðspláss, har tað er í lagi at fara í summarfrí í apríl, hóast arbeiðið ikki er liðugt. Tað er nevniliga góðtikið, og vanlig praksis, at seta hol á tríggjar mánaðir longu summarfrítíðina, hóast løgtingsmál framvegis liggja í nevnd. So mugu tey, sum bíða eftir loysnum uppá átrokandi mál, bara brynja seg við toli.

Ráðharrabil til landsstýrið
Fyri fáum døgum síðani kom ein nevnd við tilmæli um samsýning og eftirløn til landsstýrisfólk og løgmann. Úrslitið av hesum arbeiði var hóskandi eisini lagt fram í kjalarvørrinum av altjóða arbeiðaradegnum. Tilmælið var, at landsstýrisfólkini, umframt góða løn og fantastiska eftirløn, nú eisini eiga at fáa ein ráðharrabil.
Gjógvin millum arbeiðsmannin og tey fólkavaldu er alsamt vaksandi.