Altjóða ST dagur í dag

Í dag er altjóða dagur Sameindu tjóða. ST varð stovnað 24. oktober í 1945. Flaggað verður í løgtinginum í dag. 

ST varð stovnað beint eftir kríggið fyri at arbeiða fyri friði í heiminum og at forða fyri, at heimsbardagi kom í aftur. Tá ið ST varð stovnað, vóru 51 limalond, men í dag eru 193 limalond.

Umboð fyri føroyingar luttaka eisini í hesum døgum á aðalfundi hjá ST í New York. Óluva Klettskarð er á aðalfundi fyri løgtingið.

Á ST degnum flagga føroyskir almennir stovnar, og tí flaggar eitt nú løgtingið í dag.