Álvaleikur hjá Hans Andriasi

“ÁLVALEIKUR”, sum Hans Andrias Djurhuus læt prenta í Varðanum 10. bindi, 1930, kemur nú út í bók í røðini LEIKRIT. Hetta er 22. leikritið, sum forlagið Fannir gevur út.

Hans Andrias var næsti granni hjá Sjónleikarhúsinum, sum varð tikið í nýtslu í 1926, og hann var virkin nevndarlimur, stundum formaður, í Havnar sjónleikarfelag. Hann skrivaði fleiri leikir hesi árini – eftir ungdómsverk síni: ”Maritu”, 1908 og ”Anniku”, 1917. Tann fyrsti teirra var ”Álvaleikur”. Fleiri hava víst á, at hesin hevur drøg av kenda leikinum hjá Shakespeare, ”Dreymur jóansøkunátt”.

Álvaleikur er sjónleikur í trimum pørtum eftir Hans A. Djurhuus.

Leikurin varð fyrstu ferð leiktur í Havn í 1930 og varð tikin uppaftur árið eftir, í sambandi við at hetlendingar vitjaðu. Hann er settur á pall fleiri ferðir síðani tá:

Á Eiði í 1945 og 1976, í Gøtu í 1964, í Kvívík í 1965, í Nólsoy í 1973, í Miðvági í 1999 og í Havn í 1972 og 2003.

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 22 er 92 síður.