Andrea Árting: Stovnari og stillari Tjóðveldisfloksins

Andrea Árting var eitt konubrot, ið bardist fyri kvinnurættindum og fakfelagsrættindum. Men hon var eisini ímillum stovnararnar av Tjóðveldisflokkinum. 

Karin Kjølbro skrivar, 

KvF hevði áhugaverda sending hóskvøldið  um kendar føroyingar. Hesaferð var tað um Andreu Árting og tøkk fái tey fyri tað. Versonur og ommusynir hennara lýstu hana eisini sera væl. Har kom væl fram, hvussu djørv og órødd hon var. Hon var tíðliga politisk virkin, og hon var av góðum orsøkum umrødd sum ein sosialpolitikkari, sum var langt áðrenn sína tíð.

Ikki tí, Kvinnufelagið í Havn var frá byrjan tilvitað um hennara alstóra samfelagsliga týdning, og tað er skjótt eftir, at felagið flutti  inn í Mettutovu 1956, at ein deilig fotomynd kom at  hanga á bróstinum av Andreu. Hon var heiðurslimur í felagnum. Eg kom í Kvinnufelagið í 1969 og hitti hana stundum har. Høvdu vit nakað serligt so sum kvinnuting og skeið, plagdi eg ringja til hennara og biðja hana koma við. Og hon var aloftast fús at koma.

 

Andrea Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag frá 1937 til 1977.

Tað má sigast at vera ein serlig søga, at ein heimaarbeiðandi skiparakona verður fakfelagsforkvinna hjá arbeiðskvinnum í ringu tríatiárunum og heldur fram, líka til hon verður 85 ár. Sjálvandi sigur tað nakað um stóra virðing og álit, men tað sigur eisini nakað um, hvussu arbeiðsmarknaðurin var skikkaður. Sigur sjálv í sendingini, at ein arbeiðskvinna kundi ikki vera forkvinna, tí so slapp hon kanska ikki at keypa upp á borg frá handilsmanninum, eins og bæði hon og familjan kundu missa arbeiðið. Andrea var klók, djørv og vitug og upplivdi, at semja gjørdist um, at arbeiðskvinnur skuldu fáa somu tímaløn sum menn, sum var eitt av mongu hjartamálum hennara. Á hesum fundi var eisini Ingeborg Vinther, ið segði frá, at ein arbeiðsgevari gav henni ákoyringar fyri at hava medvirkað í slíkum óðamannaverki.

Flokkurin bygdi á klettagrund
Men tað er í Suðurstreymoyar Tjóveldisfelag, at eg serliga minnist Andreu. Har møtti hon væl upp, og ofta tók hon orðið í dagsins málum – væl fylgdi hon við. Og hon setti orð á sína sosialu indignatión , og tað var lurtað eftir henni. Hon kendi eina serliga ábyrgd, tí hon hevði verið við til at stovna tjóðveldisflokkin og var stillari á listanum í Suðurstreymi til øll løgtingsval – eisini í míni tíð sum tingkona, og eg var sjálvandi errin av at hava Andreu Árting sum stillara.

Tá ið Erlendur Patursson helt eggjandi talur undan einum vali og kanska serliga vildi geva kvinnum eitt kerligt skump, so orðaði hann seg ofta á henda hátt:

– Tá konubrot sum Andrea Árting saman við øðrum góðum konum hava verið við til at stovna flokk okkara og síðan at vera stillari øll árini, so prógvar tað, at flokkurin byggir á klettagrund. Tá ið Andrea gavst, var dóttirin Ásvør stillari. Sonurin Trúgvi Árting var í  mong ár formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Orsøkin til at vit gjørdust so væl, var umframt hugsjónarliga felagsskapin, at maðurin Jóannes var skyldmaður mín. Sum eldri fólk plaga, so gekk hon eisini upp í familjuviðurskifti. Eg hefti meg meira við hennara ongantíð viknandi kærleika til Jóannes, sum stuðlaði henni so væl. Tað, sum var so vakurt, var, at hon tosaði so nógv um Jóannes í øllum, tí hon hevði fyri. Hann var altíð ljóslivandi, hon nevndi, hvat hann segði og hugsaði, so at byrja við ivaðist eg ikki í, at hann enn var á lívi.  Hann doyði 1968. Sostatt sat hon  einkja í 20  ár.

Fridtjof  Joensen gjørdi uppskot til træskurð av Andreu.

Myndahøggarin og Andrea 1967-70 gongur myndahøggari okkara Fridtjof Joensen (1920-1988) úr Mikladali á Listaháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevði serligt tilknýti til barnaheimið hjá mær. Eisini eg búði í Keypmannahavn, meðan hann var á listaskúlanum, og mær dámdi so sera væl at vitja inni á Charlottenborg og síggja tey arbeiða úti í garðinum, tá ið góðveður var. Hóast Fridtjof ikki var orðaríkur, so kundi hann tosa um samfelagsviðurskifti við eldhuga. Hesi árini er tað eisini, at hann tosar um Andreu við glógvandi eygum. Hann átti eina stóra  klótu, ið var rikin á land, og henni skar hann mangt listaverkið úr. Hann tosaði um, hvørji fólk honum serliga hevði dámt at skera út úr klótuni. Har er tað, at Andrea verður umrødd. Heilt vist, vildi hon sita model, so vildi hann gera ein træskurð av henni. Hann tosaði við miklum eldhuga, og tað eg serliga minnist var, at hann vildi hava hana undir hatti, annars var tað ikki Andrea. Spurnigurin var, hvussu tað best kundi gerast. Hann kom til ta niðurstøðu, at hatturin  skuldi seymast og setast á bustuna. Fari eg ikki skeiv, so var tað systkinabarn hansara Poulina Joensen myndlistakvinna úr Klaksvík, ið seymaði hattin.

Havi nú leitað eftir træskurðinum av Andreu. Avvarðandi hennara hava hann ikki, ei heldur nakar í fakfelagsrørslu, kvinnurørslu ella tjóðveldisflokkinum. Mong minnast at hava sæð mynd av træskurðinum, – brúkti hana millum annað sjálv, tá ið eg var blaðstjóri á Fjúrtanda frá 1983-1984.

Í myndabókini við tekningum hjá Fridtjof Joensen eru fleiri tekningar av Andreu, ið hava verið skitsur til ætlaðu skurðmyndina. Nú er eydnast at finna uppskotið til træskurðin. Hann er í heiminum hjá onkabarni Fridtjofs – Bernhardinu Klein í Klaksvík, og hon er undir hatti úr klæði.
Bernhardina hevur sent mær myndina av uppskotinum. Um hann hevur gjørt ein ordiligan træskurð í fullari stødd eisini, er tað ongin, sum rættiliga veit í løtuni. Men eg veit, at hetta í vavi lítla uppskotið hevur verið á framsýning.  Fridtjof var ógvuliga virkin, gjørdi nógvar kenslubornar minnisvarðar  fyri teim sjólætnu. Tann snotuligi norðuri við Gjógv var hin fyrsti.  Fridtjof var frískur og ferðugur, til hann knappiliga fekk herviliga sjúku og andaðist í 1988, 68 ára gamal. Hann hevði tá nógvar ógjørdar  ætlanir. Um veruliga ætlanin um skurðmyndina av Andreu Árting úr klótuni var haruppí, veit eg fyribils ikki. Er tað nakar sum veit, so vil eg fegin frætta.