Andstøðan fylgir ikki fakligari ráðgeving

Jógvan Skorheim, formaður í landsstýrismálanevndini, segði í tíðindunum  í morgun, at løgmaður hevði brotið stýrisskipanarlógina. Men hann fylgdi ikki egnari løgfrøðiligari ráðgeving. 

Tað vóru nógv, ið vóru spent at lesa niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini um kærumál ímóti løgmanni. Niðurstøðan kom í morgun, og tað gekk stutt tíð, áðrenn Jógvan Skorheim, formaður í landsstýrismálanevndini, var í tíðindinum í Kringvarpi Føroya og boðaði frá, at Løgmaður hevði brotið stýrisskipanarlógina. Men ilt er at síggja nakað hald í ákæruni.

Málið snýr seg ítøkiliga um, at ymiskar tulkingar hava verið av, hvørt § 14 Stk. 2 í hjúnarbandslógini, ið snýr seg um kirkjuliga signing av borgarliga giftum pørum, var yvirtikin ella ikki. Løgmálaráðið hevði tað fatan, at málið var yvirtikið við fólkakirkjuni, tí at lógin einans snýr seg um kirkjulig viðurskifti. Mentamálaráðið og umsitingin í løgtinginum hava áður havt eina aðra fatan. Men umsitingin í løgtinginum kemur nú til tað niðurstøðu, at hóast umsitingin áður hevur havt tað fatan, at málið ikki var yvirtikið, so er tann støðan broytt.

“Danskir og føroyskir myndugleikar eru nú samdir um at § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin saman við fólkakirkjuni, tí verður ikki mett, at tað er orsøk til at seta hesa tulking til viks og verður tískil ikki meira gjørt við málið,” stendur at løgfrøðiligu niðurstøðuni hjá løgtingsins umsiting. Annita á Fríðriksmørk, umboð í landsstýrismálanevndini fyri samgonguna hevur valt at fylgja løgfrøðiligu ráðgevingini í løgtinginum, ímeðan andstøðan sjálv hevur gjørt aðra tulking.

Tá Jógvan Skorheim í morgun segði “at allir instansir og allir løgfrøðingar hava sagt, at tað (málið) ikki er yvurtikið,”  er tað tikið úr leysum lofti. Niðurstøðan hjá løgtingsins umsiting sigur , at “Løgmansskrivstovan, Statsministeriet, Børne- og Socialministeriet og Kirkeministeriet hava nú ta fatan, at innihaldið í § 14, stk. 2 ikki er um viðurskifti á málsøkinum ”Persóns-, húsfólka- og arvarætt”. Henda grein snýr seg um eina kirkjuliga gerð eftir íkomuna av hjúnalagnum.”

Allir løgfrøðingar í Løgmansskrivstovuni, Satsministeriet, Børne- og Socialministeriet og kirkeministeriet eru sostatt ikki samdir í Jógvani Skorheim.

Nú verður gitt um, at misálit verður reist ímóti løgmanni, men ongin í andstøðu vil hvørki vátta um so verður.



Related Posts