Andstøðan havt møguleika at luttaka

Ingolf S. Olsen sigur, at andstøðan hevur havt allar møguleikar at vera við í eini semju um fiskivinnunýskipanina.

Eitt, ið hevur verið tosað nógv um í samband við fiskivinnunýskipanina er, at tað er týdningarmikið við einari breiðari semju. Uppskotið, ið liggur í tinginum frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, hevur einans undirtøku í samgonguni, og tískil sær tað ikki út til, at nøkur breið semja verður gjørd.

– Vit brúktu eitt hálvt ár til bara at samráðast við aðrar flokkar um eina breiða semju. Fólkaflokkurin meldaði seg beinanvegin úr hesum samráðingunum. Síðani samráddist vit í langa tíð við Sambandsflokkin, og vit hildu faktiskt, at tað fór at bera á mál, greiðir Ingolf S. Olsen, framsøgufólk í fiskivinnumálum fyri Tjóðveldi, frá.

Ingolf er hvassorðaður tá hann svarar spurninginum um breiða semju. Hann heldur, at samgongan hevur verið ógvuliga semjusøkjandi, men hann undirstrikar, at samgongan eisini má hava nøkur mørk fyri, hvat hon vil ganga við til. Annars er líkamikið við eini samgongu yvirhøvur.

– Hinir flokkarnir hava havt allar møguleikar at luttaka í tí arbeiðinum, sum hevur verið gjørt. At koma sum ketta úr høvdatrogi nú, ber tí ikki til, greiðir Ingolf frá og sipar til, at ávísir andstøðupolitikarar brádliga eru farnir at tosa um breiða semju, hóast ongin hugur hevur verið at samstarvast áðrenn.

Tað er ikki heilt ósannlíkt, at sambandsflokkurin kanska tekur undir við uppskotinum hjá samgonguni, ið líkist sambandsuppskotinum nakað. Men Ingolf S. Olsen sigur, at samgongan ikki vil víkja ov nógv afturat.

– Eg kann ikki útiloka, at onkrar smávegis broytingar verða gjørdar, fyri at náa eini semju. Men tað verður ikki pilka við bulin í tí semjuni, sum er í samgonguni. So lata vit alt upp aftur, og tað gera vit ikki, sigur Ingolf avgjørdur á málinum.

– Arbeiðið, sum verður frá nú og fram til ein fiskivinnunýskipan er samtykt, verður alt út frá tí semjuni, sum er nú. Tað verður ikki broytt, sigur Ingolf S. Olsen at enda.



Related Posts