Andstøðan vil ikki viðgerða stjórnarskipan

Tá ið atkvøðugreiðsla var um at seta eina grein 25 – nevnd at viðgerða stjórnarskipanina í morgun, atkvøddi øll andstøðan ímóti. Andstøðan vil sostatt als ikki viðgera stjórnarskipanina. 

Tá ið stjórnarskipanin var til viðgerðar í tinginum týsdagin, var tað týðiligt, at málið um stjórnarskipan, sum skuldi vera savnandi fyri tjóðina, ístaðin varð nýtt sum andstøðupolitiskt amboð at seta kílar í samgonguna. Umboð fyri Sambandsflokkin spurdi eitt nú, um tað ikki var betri bara at útskriva fólkaatkvøðu um loysing – hetta hóast samgongan legði doyðin á, at uppskotið als ikki snúði seg um loysing, men um at staðfesta ymisk rættindi hjá Føroya fólki og at staðfesta sjálvsavgerðarrættin hjá føroysku tjóðini.

Eftir at tingviðgerðin var liðug, løgdu Annita á Fríðriksmørk og Helena Dam á Neystabø uppskot fram, um at seta eina grein 25-nevnd at viðgera málið. Tvey umboð fyri hvønn av fýra teimum stóru flokkunum og eitt fyri hvønn av lítlu flokkunum skuldu sita í eini tílíkari nevnd.

Tingskipanin sigur, at ein grein 25-nevnd kann setast at gera tilmæli til løgtingið í serstøkum førum. Ein tílík nevnd situr bara til setningurin, sum nevndin hevur fingið at arbeiða við, er avgreiddur og ongantíð longur enn eina tingsetu.

Uppskotið at seta nevndina varð samtykt, men einans av samgonguni og øll andstøðan atkvøddi ímóti. Sostatt vildi andstøðan als ikki viðgera málið, sum tey annars vóru so ónøgd við.

Nevndin verður vald á tingfundi 8. november og verður mannað av 12. fólkum.