Annita spyr um fólkaskúlan

Annita á Fríðriksmørk hevur sett Rigmor Dam fyrispurning um fólkaskúlan og handaligu lærugreinarnar. 

-Tað er neyðugt, at fólkaskúlin hevur nógvar og góðar bókligar undirvísingartímar í øllum árgangum.

Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, áðrenn hon leggur afturat:

– Hesin tørvur eigur tó hvørki at útihýsa teimum handaligu lærugreinunum ella at vera á tímatalvuni í so stóran mun, at undirvísingartímarnir gerast ov nógvir tilsamans.

Annita á Fríðriksmørk hevur sett Rigmor Dam fyrispurning um fólkaskúlan og um, hvussu stóra raðfesting handaligu fakini hava – og um landsstýriskvinnan ætlar at umraðfesta nakað av tímatalinum.

Framhaldsdeild uttan handaliga undirvísing
Annita á Fríðriksmørk vísir á, at tað er onki rúm fyri handaligu fakinum í framhaldsdeildini.

-Framhaldsdeildin hevur 28 kravdar undirvísingartímar, SKAL bjóða næmingunum 4 tímar í týskum og 3 tímar í alis-og evnafrøði og KANN bjóða næmingunum handaligar lærugrein­ir, um teir ynskja tað, skrivar Annita á Fríðriksmørk.

Hon vísir á, at um næmingar velja bæði alis- og evnfrøði og týskt, hava teir 35 undirvísingartímar um vikuna umframt heimaarbeiði. Og Annita vísir á, at ongin av hesum 35 tímunum er tá handaligur.

Kanning frá 2012 
Annita á Fríðriksmørk vil eisini hava at vita, um ein kanning, ið mentamálaráðið lat gera í 2012, hevur verið brúkt til nakað. Anne Bramford gjørdi kanningina fyri mentamálaráðið, sum snúði seg um list í fólkaskúlanum.

– Hon kom til ta niðurstøðu, at:  “Dygdargóð undirvísing í list ávirkar barnið, læringina, læruumhvørvið og samfelagið, men hesir fyrimunir eru bara eyðsýndir, har skipað, dygdar­góð undirvísing verður framd…”  Tí heldur hon, at tað er: “…týdningarmikið, at orðingarnar í lógarverkinum, sum birta upp undir, at undirvísing í list verður roknað við í samlaðu undir­vísingina hjá føroyska barninum, og at hesar verða fylgdar upp við haldgóðari íverksetan og eftirlitsmannagongdum, sum tryggja, at børn fáa dygdargóða undirvísing,”sigur Annita á Fríðriksmørk, ið altso vil hava at vita, um kanningin verður brúkt til nakað.

Talan er um skrivligan spurning, ið varð settur Rigmor Dam í gjár.