Antibiotikapolitikkur verður orðaður

Trupulleikin við fjølmótstøðuførum bakterium verður tikin í størsta álvara. Nógv átøk eru framd, og verða fleiri átøk eisini gjørd frameftir, svarar Sirið Stenberg Bjørt Samuelsen.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi spurdi herfyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum ein grein §52a spurning. Nú hevur landsstýriskvinnan svarað.

Bjørt Samuelsen fegnast um, at ein antibiotikapolitikkur nú verður orðaður.

– Vit brúka alt ov nógv antibiotika – bæði til menniskju og djór. Antibiotika er sterkasta vápn, vit hava móti sjúkuelvandi bakterium, og missa tey sín virknað, kunnu fólk í framtíðini doyggja av sjúkum, vit í dag meta meinaleysar (hendir longu). Og nei, hetta er tíverri ikki einaferð langt frammi í tíðini, men ein skjótt vaksandi trupulleiki. Og hóast trupulleikin er minni í Føroyum (enn), er avbjóðingin her, sigur Bjørt Samuelsen í viðmerking.

Í svarinum hjá landsstýriskvinnuni verður stórur dentur lagdur á, at nógv verður gjørt fyri at basa trupulleikanum. Víst verður á, at tamarhald er á støðuni.

Í svarinum upp á spurning um kunning til okkum øll, stendur:”At kunna almenningin og kommunulæknar er ein av uppgávunum hjá landslæknanum. Kommunulæknar eiga at kunna sjúklingar um skynsama antibiotikanýtslu.”

– Vóni, at Heilsumálaráðið tryggjar sær, at landslæknaembætið tekur hesa ábyrgd í størsta álvara! Sjálv haldi eg ikki, at almenningurin verður serliga væl kunnaður um, hví tað er so neyðugt at avmarka nýtsluna av antibiotika, sigur Bjørt Samuelsen.

Í svarinum stendur eisini, at samráðingar eru við Ríkissjúkrahúsið (hagar 90% av sjúklingunum, sum verða sendir av landinum, verða sendir), um betri kunning um støðuna á Ríkissjúkrahúsinum, sum hevur álvarsamar avbjóðingar við antibiotikaresistens.

– Fegnist um, at ein antibiotikapolitikkur nú verður orðaður! Tað eigur ikki at taka nógvar dagar at fáa frá hondini, tí henda avbjóðing er als ikki nýggj, men hevur verið vælkend í øllum heilsuheiminum í mong, mong ár, sigur Bjørt Samuelsen at enda.

Til ber at lesa spurningarnar her.

Til ber at lesa svarini her.