Antitrust eggjar íverksetar

Janet Fríða Johannesen, matverkfrøðingur skrivar í lesarabrævi á portal.fo, at vinningurin av antitrust í fiskivinnuni er størri enn vinningurin í miðsavnan. 

Eitt av stóru knútapunktunum í fiskivinnunýskipanini hevur verið spurningurinum antitrust. Stórir aktørar í fiskivinnuni hava mótmælt harliga, at reglur skulu setast fyri, hvussu stórar partar av ymiskum fiskasløgum somu reiðarir skulu hava atgongd til.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur grundgivið fyri antitrustinum við, at tað kann skaða eitt lítið samfelag sum tað føroyska, um ov fá fáa ræðið á okkara náttúrutilfeingi. Í ringasta føri hevur hann talað fyri, at tað kann gerast ein demokratiskur trupulleiki, um fá fáa ov stórt vald á okkara búskaparliga grundarlagi.

Í lesarabrævi á portal.fo  skrivar Janet Fríða Johannesen, at tað er gott fyri samlaðu fiskivinnuna, um antitrust reglur verða settar í nýskipanina. Hon grundgevur fyri, at tað kann eggja íverksetarum til at víðarivirkja vøruna, og at tað kann økja nógv um samlaða virðið á tilfeinginum, um antitrustreglur verða settar í verk, tí tað kann føra til íverksetan og nýskapan innan økið, at nøgdin til tilfeingið verður avmarkað.

– Her er tað neyðugt at leggja afturat, at skipanin somuleiðis skal tryggja karmar fyri nýskapan, hetta fyri at skunda undir tilgongdina at leggja búskapin um frá ídnaðarbúskapi til vitanarbúskap og økja munandi um búskapin í fiskivinnuni. Vinningurin av at hava antitrustreglur í fiskivinnulóggávuni er nógv størri enn vinningurin av at miðsavna fiskivinnuna á fáum hondum, sigur Janet Fríða Johannesen millum annað í lesarabrævinum.

Hon sigur eisini, at tað kann hava serliga stóran týdning fyri fiskivinnuna, at antitrustmørk verða sett í fiskivinnuna, tí at nýggjar fyritøkur kunnu trýsta núverandi fyritøkur at koma við nýggjum vørum og tænastum.

– Fiskivinnan skal gerast eggjandi fyri íverksetarar, tí íverksetarar vilja byggja sínar egnu dreymar. Á Vinnudegnum í ár segði Tommy Ahlers, íverkseti og formaður í Iverksætterpanelet, sum danska stjórnin hevur sett á stovn: “Byggir tú ikki tínar egnu dreymar, so hjálpir tú øðrum at byggja teirra dreymar,” sigur Janet Fríða Johannesen millum annað. Umframt at vera matverkfrøðingur við høðvusritgerð í fiskivinnutøkni, er Janet eisini Master í Mangagement við masterritgerð í nýskapanarleiðslu.