Arbeiðir fyri breiðari semju

Vinnunevndin hevur fundast um fiskivinnunýskipanina allan dagin, og forkvinnan í nevndini sigur við Fjúrtanda, at hon enn arbeiðir fyri eini breiðari semju. 

-Vinnunevndin er um at verða liðug við hoyringarnar. Vit royna framvegis at fáa undirtøku fyri eini breiðari semju, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinnan í vinnunevndini.

Samgongan hevur síðan, hon kom saman á fyrsta sinni, sagt, at vónandi bar til at fáa breiða semju um fiskivinnunýskipanina. Tað sá eisini leingi út, sum Sambandsflokkurin fór at semjast við samgonguna um fiskivinnunýskipanina, men í tólvta tíma slitnaðu samráðingarnar. Bjørt Samuelsen heldur tó enn, at tað ber til at semjast um fiskivinnunýskipanina.

– Tað eigur at vera gjørligt, samanbera vit uppskotið hjá samgonguni við eitt nú uppskotið hjá Sambandsflokkinum frá seinastu tingsetu. Mín fatan var tá, at tað ikki var so øgiliga langt ímillum partarnar, sigur hon.

– Ongantíð betri, um fleiri flokkar vilja vera við, men langt er ímillum samgonguna og eitt nú Fólkaflokkin, ásannar Bjørt, ið ikki vil siga, nær vinnunevndin er klár við einum áliti,  hóast hon vónar, at tað verður nakað skjótt.

Vinnunevndin hevur fund aftur í morgin.