Átøk til frama fyri einum javnari samfelagi

“Vit hava framt eina røð av átøkum av teimum málum, sum vit settu okkum fyri í samgonguskjalinum, m.a. fyri at býta virðini javnari í samfelagnum. Hetta er eitt av aðalmálunum í samgonguni.” Fjúrtandi hevur havt longri samrøðu við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Hetta er fyrsti partur av samrøðuni. 

Tráin P. Nónklett/Regin Winther Poulsen hava sett greinina saman, 

– Vit hava framt eina røð av átøkum, sum vit settu okkum fyri í samgonguskjalinum, m.a. at býta virðini javnari í samfelagnum. Hetta er eitt av aðalmálunum í samgonguni, sigur Kristina Háfoss.

Tvey ár eru liðin, síðani nýggj samgonga tók við valdi. Eitt av aðalmálunum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn er at skapa eitt javnari samfelag.

Nærum allir flokkar fóru til val í 2015 við lyfti um at fremja ein skattalætta til lág- og miðallønt. Hetta varð framt tíðliga í valskeiðinum.

– Eitt av fyrstu átøkunum var ein stórur skattalætti til lág- og miðallønt. Hann gav vanliga føroyinginum ein munandi skattalætta, sigur Kristina Háfoss, sum heldur tað lýsa munin á hesari og fráfarandi samgongu væl. Fráfarandi samgonga valdi sum kunnugt at veita skattalætta til tær hægstu inntøkurnar.

Samgongan raðfest korini hjá barnafamiljum
– Vit settu eisini í verk eitt familjuískoyti til barnafamiljur, ið fíggjarliga trongum korum. Tað var øgiliga tiltrongt. Tað hevði leingi verið tosað um barnaískoyti, men ongin hevði gjørt nakað við tað, vísir Kristina Háfoss á.

– Vit hava eisini valt at hækka barnafrádráttin hjá barnafamiljum. Tað eru oftani tey árini, at nógvar útreiðslur eru við skuld, útreiðslur við børnunum, umframt at fólk ofta eru á lægsta lønarstiganum. Vit hava hækkað barnafrádráttin til børn undir skúlaaldur við heilum 42 prosentum. Úr 6500 krónum pr. barn upp í 9200 krónur pr. barn um árið, sigur Kristina Háfoss, sum heldur, at tað er ein týðandi hækkan, sum kann lætta væl um hjá barnafamiljum.

Lesandi í Føroyum betri kor
– Vit hækkaðu lestrarstuðulin hjá hægri lesandi við 500 krónum um mánaðin – úr 3800 kr. til 4300 kr. um mánaðin og meira fyri tey, sum hava børn. Stakir uppihaldarar fingu eisini stuðul fyri tann 12. mánaðin í árinum. Vit hava ætlanir um at gera enn meira fyri tey lesandi, sigur Kristina Háfoss.

Korini hjá pensjónistunum gjørdi samgongan eisini beinanvegin nakað við. Nakað av óróð stóðst orsakað av broytinginum, sum vóru framdar. Samgongan valdi at hækka Samhaldsfasta og lækka grundupphæddina í fólkapensjónini. Eisini blivu broytingar í kringvarpsgjaldinum framdar. Tó at ávíst óróð varð, so gav tað sambært Kristinu Háfoss samanlagt einum pensjónisti, sum ikki hevur aðra inntøku, eina inntøku á 4000-5000 kr. meira at liva fyri um árið.

– Fleiri átøk eru gjørd til frama fyri tey, sum hava havt mest fíggjarliga trong kor. Hetta er ein liður í at býta virðini javnari og at fáa størri samhaldsfesti, leggur Kristina Háfoss at enda afturat.