Aulan í Finsen serliga góð til klassiskan tónleik

Fyrr í vikuni bórust tíðindi um, at klárt var hjá ungdómum at flyta inn í nýggju íbúðirnar í Finsen. Gunvør Balle sigur við Fjúrtanda, at aulan er tillagað til kórtónleik og annan meira klassiskan tónleik. 

Gamli kommunuskúlin í miðbýnum er klárur hjá ungdómum at flyta inn í, nú lestraríbúðirnar eru lidnar. Í Degi og viku í síðstu viku var innslag, har íbúðirnar vórðu vístar fram, men umframt at ungdómur fer at húsast í bygninginum, skal bygningurin eisini verða karmur um ymiska list.

Partar av kommunuskúlanum eru varðveittir meira ella minni, sum teir vóru. Aulan er prýdd við eyðkendu listini hjá Williami Heinesen, men Gunvør Balle sigur við Fjúrtanda, at serfrøðingar hava verið í auluni og gjørt tillaðingar, soleiðis at aulan verður betur egnað til klassiskan tónleik.

– Tórsgøta er við reinsarínum og Perluni vorðin savningarstað fyri rútmiskan tónleik í kommununi, men klassiskur tónleikur hevur ikki fingið eins góðar sømdir at virka undir. Tí hava serfrøðingar verið í auluni í Finsen og arbeitt við at gera hana serliga væl egnaða til kórtónleik og annan meira klassiskan tónleik, sigur Gunvør Balle.

Hon sigur, at arbeitt hevur verið við akustikkinum, men at tað allatíð hevur verið havt í huga, at aulan skal síggja út sum fyrr. Tí fer eyðkenda listin hjá Williami Heiesen framvegis at hanga í auluni.

Gunvør Balle sigur við Fjúrtanda, at ymisk kór hava roynt hølini, og at afturmeldingarnar hava verið góðar.

– Eg haldi, at tey, sum hava roynt hølini láta væl at ljóðgóðskuni, sigur Gunvør Balle.

Á Facebook skrivaði Gunvør Balle síðsta fríggjadag, at umframt at tónleikur og aðrar framsýningar skulu vera í auluni, skal gamla evningarstovan undir auluni brúkast til grafiskur listaverkstaður.  Sangstovan ovast skal stuðla undir ymiskt listavirksemi, tí hon kann eisini brúkast til framsýningar, venjingar og upphiting.