Ávarar móti einum nýggjum Hitler

Frans pávi ávarar í samrøðu við spanska dagblaðið El Pais ímóti teirri umfatandi politisku øsingini, sum eyðkennir orðaskiftið víða um heim í dag. Vandin liggur í tí, at ótryggleiki og politisk órógv kunnu bróta slóð fyri, at einaræðisharrar sum Adolf Hitler á sinni, kunnu koma fram at evsta politiska valdinum aftur.

Samrøðan við Frans páva fór fram sama dag sum Donald Trump varð tikin í eið sum forseti.

Pávin fordømdi øllum hugsanum um at nýta girðingar og píkatráð, og soleiðis forða fólki í at ferðast tvørtur um landamørk. Hann legði tó afturat, at tað enn var ov tíðliga at døma um Trump.

Skjótt at fólk kunnu gerast óttafull

“Vit hava brúk fyri at vita, hvat hann í roynd og veru fer at gera”, segði pávin um tað, sum Donald Trump so ofta hevur sagt um ætlanir sínar at gera ein múr á markinum millum Meksiko og USA.

Spurdur um hann var ørkymlaður av allari politisku øsingini, sum nú fer fram í Evropa og USA, segði pávin, at í slíkum torskildum tíðum kann verða skjótt, at fólk gerast óttafull.

“Eitt tað besta dømi um hetta er tað, sum fór fram í Týsklandi í 1933. Tað stóð søguliga illa til í Týsklandi, og í slíkari støðu er tað skjótt at onkur hissini leiðari bjóðar seg fram, ein persónur, sum sigur seg vera svarið upp á tjóðarinnar samleika. Tann ungi Adolf Hitler læt øll vita, at hann kundi megna hetta. Týskarar lótu seg tøla og valdu Hitler, sum ikki framdi eitt kvetti, men varð valdur av fólkinum, sum hann harnæst sveik og týndi.



Ger viðmerking