Ávegis avtala um yvirtøku undirskrivað

Poul Michelsen hevur undirskrivað avtalu við Ole Birk Olesen, danska samferðslumálaráðharran um ávegis avtalu í sambandi við yvirtøku av loftferðsluni. 

Í samgonguskjalinum stendur skrivað, at loftrúmið skal yvirtakast á føroyskar hendur. Nú er farið undir at fremja yvirtøkuna. Poul Michelsen skrivaði fyrr í dag undir saman við danska samferðslumálaráðharran um ávegis yvirtøku av loftferðsluni.

Í tíðindaskrivi boðar uttanríkis- og vinnumálaráðið frá, at ráðharrarnir eru samdir um, at føroyskir myndugleikar ætlandi frá 2018 fara at røkja ávísar uppgávur á loftferðsluøkinum, ið danir varða av. Hettar verður gjørt fyri at byggja føroyskar førleikar á økinum upp, soleiðis at yvirtøka av øllum økinum kann fremjast seinni.

Somuleiðis er semja um, at landsstýrið kann gera av, hvør frameftir skal veita tænastur í sambandi við inn- og útflúgving úr Føroyum. Talan er um tænastur, sum í dag verða røktar av danska felagnum Naviair.

Poul Michelsen fer í næstum at leggja uppskot fyri landsstýrið um, hvussu viðkomandi partar í Føroyum leggja arbeiðið til rættis frameftir.

Les tíðindaskrivið her