Bárður tekur ikki undir við stjórnarskipan

Neyvan kemur tað óvart á nakran, at Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, er ímóti føroyskari stjórnarskipan.

Á ólavsøku varð uppskot til føroyska stjórnarskipan lagt alment fram til hoyringar. Uppskotið kann lesast her.

Í røðu síni í samband við umrøðu av løgmansfrágreiðingina endurtók Bárður Nielsen sína og Sambandsfloksins støðu til føroyska stjórnarskipan. Hann kallaði hana eitt tjóðveldis- og loysingaruppskot, sum bert er symbolpolitikkur.

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurdi Bárð Nielsen, hvar hann ítøkiliga kundi vísa á tjóðveldisorðingar í uppskotinum til stjórnarskipan. Formaður Sambandsfloksins hevði trupult at svara spurninginum. Heldur fór hann at tosa um ósemjuna millum Tjóðveldisflokkin og Sjúrð Skaale á sinni.

Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, tóktist heldur ikki heilt samdur við partamanninum. Hann helt hinvegin, at Tjóðveldi hevði slakað nakað, tí brot úr formælinum staðfestir, at “Stjórnarskipanin setir ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóðaavtalur, men staðfestir, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt til at siga hesar upp.”

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur fleiri ferðir víst á, at stjórnarskipanin ikki er eitt fullveldisskjal, men eitt skjal, ið skal samtykkja okkara samleika og staðfesta, at Føroya fólk hevur evsta vald í Føroyum. Stjórnarskipanin staðfestir m.a. at “Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.”

– Er Bárður Nielsen bangin fyri, at Føroya fólk hevur evsta vald í Føroyum? Tekur Bárður Nielsen undir við, at Føroya fólk hevur evsta vald í Føroyum? spurdi Annita á Fríðriksmørk. Bárður Nielsen segði seg ikki vera bangnan, men at hann ikki tók undir við at hava tvær grundlógir í sama ríki. Annita á Fríðriksmørk vísti tó á, at Noreg hevði grundlóg, áðrenn fólkið stovnaði norska fullveldið. Eisini statir í USA hava egna grundlóg.

Upprunaliga var ætlanin, at stjórnarskipanin skuldi til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017. Hetta eydnaðist tó ikki, og síðan hevur løgmaður boðað frá, at hon skal til fólkaatkvøðu á flaggdegnum 25. apríl 2018. Hon skal samtykkjast í løgtinginum í minsta lagi eitt hálvt ár frammanundan, hetta er 25. oktobur.