Barnahúsið Margit 10 ár

Í gjár var køka til børn, starvsfólk og foreldur í samband við, at Barnahúsið Margit hevði sín fyrsta runda føðingardag. 

Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu, 

Barnahúsið Margit lat upp 17. september í 2007 og hevur sostatt 10 ár á baki. Í tí sambandi var sannur føðingardagsstemningur við køku, fløggum og ballónum í góðveðrinum í gjár, har foreldur høvdu høvi at halda føðingardagin saman við børnunum og starvsfólkunum í Barnahúsinum Margit.