Barnsburðarfarloyvið longt

Í gjár samtykti løgtingið at leingja barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum. Nú er barnsburðarfarloyvið 46 vikur, umframt at eftirlønargjald verður lagt aftur at útgjaldinum. 

Løgtingið samtykti í gjár at leingja barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum. Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum, sum Hendrik Old hevði lagt fram.

Í álitinum frá eini samdari rættarnevnd verður millum annað sagt, at ætlanin hevur verið, at barnsburðarfarloyvið við tíðini skuldi leingjast til 52 vikur, og at hetta er ein liður í teirri ætlanini.

Umframt at farloyvið verður longt til 46 vikur, verður barnsburðarfarloyvið longt úr 48 vikum til 50 vikur fyri ættleiðingarforeldur.

Eftirlønargjald verður eisini lagt aftur at útgjaldinum, ið framvegis verður 0.71 prosent eftir broytingina. Óneyðugt hevur verið at hækka inngjaldið til barsilsgrunnin, tí inntøkurnar hjá grunninum vóru nóg høgar, sum var.

Katrin Kallsberg, ið er tingfólk fyri Tjóðveldi og hevur verið forkvinna í javnstøðunevndini áður, skrivar á Facebook vanga sínum, at hon fegnast um, at tað eydnaðist at leingja barnsburðarfarloyvið. Hon viðgongur tó, at hon harmast um, at tað ikki bar til at marka nakrar av vikunum til páparnar.

– Barnsburðarfarloyvið verður longt við tveimum vikum. Og nú verður eftirlønargjald lagt OMAN Á barsilsgjaldið. Sera tiltrongt. Tíverri eyðnaðist ikki at marka vikurnar ella um ikki annað einu vikuna til páparnar hesuferð, skrivar Katrin Kallsberg á Facebook vanga sínum.