Beinta av Reyni í Listaskálanum

Infinity er heitið á nýggju serframsýningini á Listasavni Føroya við verkum eftir Beintu av Reyni.

Figurativir og realistiskir málningarnir kunnu við fyrsta eygnabrá líkjast fotomyndum, men skjótt er greitt, at hetta eru málningar. Myndevnini eru einføld, men kortini bjóðar málningarnir okkum av við surrealistiskum drøgum, eksistentiellum innihaldi og sterkum, stillum støðum.

Infinity er enska heitið fyri endaloysi – eitt abstrakt hugtak, ið varpar ljós á eitthvørt, ið ikki er avmarkað í tíð ella rúmi. Hetta endaloysi granskar Beinta av Reyni í málningunum hjá sær. Teir viðgera støðuna hjá modernaða menniskjanum við einum blandi av ironi, alski og undran, har íblástur frá tí klassiska, naturalistiska málninginum verður sett saman við einum nýtíðarligum listastíli.

Framsýningin læt upp 27. januar og er opin til og við 2. apríl.

Til framsýningina er útgivin ein bóklingur við tekstum eftir Nils Ohrt, savnsstjóra, og Solveig Hanusardóttir Olsen.
Øll eru vælkomin.

Framsýningin Infinity er opin til og við 2. apríl 2017.
Savnið er opið hvønn dag frá kl. 13-16. Mánadagar er stongt.
Til og við 28. februar er ókeypis atgongd á Listasavninum.



Ger viðmerking