Í tíðargrein finst Poul Michelsen hvassliga at tulkingini hjá donsku stjórnini av uttanríkispolitisku lógini, sum hann heldur virkar sum ein spennitroyggja.
Í gjár varð tíðargrein útgivin á donskum í Jyllands-posten, har Poul Michelsen finst hvassliga at, hvussu danska stjórnin tulkar grundlógina og uttanríkipolitisku lógina viðvíkjandi føroyskum uttanríkispolitikki. Nú er greinin útgivin í føroyskari útgávu á in.fo.
Poul Michelsen greiðir frá, at hóast Lars Løkke Rasmussen í síðstu viku harmaðist um, at grundlógin ikki loyvdi føroyskum uttanríkispolitikki, so er tað ivasamt, um grundlógin ikki ger tað.
“Herfyri harmaðist Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í donskum og føroyskum miðlum, at danska grundlógin ikki loyvir einum sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki. Í tí er einki nýtt. Sjónarmiðið nýtir ríkisvaldið ofta. Men at ríkisvaldið endurtekur hetta uppáhald ferð eftir ferð, ger tað hvørki løgfrøðiliga haldført ella søguliga rætt,” sigur Poul Michelsen, ið heldur, at spurningurin snýr seg um politikk og ikki bara løgfrøði.
Les donsku útgávuna av greinini her
“Ein sjálvstøðugari føroyskur uttanríkispolitikkur er tískil ikki bara ein spurningur um løgfrøði, men sanniliga eisini ein spurningur um politikk. Søgan um donsku grundlógina er í stóran mun søgan um eina pragmatiska politiska skipan, ið hevur verið so mikið at sær komin, at formalitetir ikki eru slopnir at forða fyri gagnligum loysnum og røttum broytingum,” sigur hann millum annað.
Uttanríkipolitiska lógin ein spennitroyggja
“Við uttanríkispolitisku lógini hava Føroyar avmarkað rættindi at gera altjóðarættarligar avtalur. Men lógin hevur frá fyrsta degi verið ein spennitroyggja, sum forðar fyri, at vit fáa útint okkara uttanríkispolitisku ætlan eftir egnum tørvi,” sigur Poul Michelsen.
Hann staðfestur, at Føroyar eru á einum uttanríkispolitiskum vegamóti, har nógvar avbjóðingar eru fyri framman. Millum annað heldur Poul, at tað forðar fyri, at Føroyar verða umboðaðar, at vit verða tvingað at ganga saman við Grønlandi á fleiri altjóða pallum.
“Skipanin fløkir Danmark, Føroyar og Grønland saman og noyðir Føroyar og Grønland at stíga fram á altjóða pallin saman,” sigur hann, og hann leggur afturat, at “sum kunnigt hava Føroyar og Grønland ikki altíð somu áhugamál – ofta eru okkara áhugamál beint øvugt av grønlendskum.”
Les alla føroysku útgávuna av greinini her
Poul Michelsen staðfestur eisini, at “á teimum avmarkaðu økjum, uttanríkispolitiska lógin heimilar okkum sjálvræði, er tað ikki undir okkara egna navni, men undir margháttliga heitinum Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne,” og hann leggur afturat:
“Tí ber heilt einfalt ikki til hjá okkum sjálvstøðugt at røkja og fremja føroysk áhugamál í altjóða samfelagnum.”