Bergur formaður Ferðaleiðarafelagnum

Nývalda nevndin í Føroya Ferðaleiðarafelag hevur nú skipað seg. Bergur Samuelsen er formaður og skrivari, Elin Hentze er næstforkvinna, og Høgni Warberg kassameistari. Tiltakslimir eru Randi Meitil og Ingigerð á Trøðni.

Á skránni hjá nýggju nevndini er millum annað førleikamenning av limunum og at fáa fleiri limir í felagið. Ætlanin er at skipa fyri tiltøkum og útferðum fyri limirnar. Ferðaleiðarar skulu sum heild hava eina sera breiða vitan um føroysk viðurskifti, og tí skulu ferðaleiðarar javnan dagføra sína vitan. Tí fer Ferðaleiðarafelagið eisini at fáa í lag skeið fyri ferðaleiðarar.

Nevndin í Feraleiðarafelagnum er frá vinstru Randi Meitil, tiltakslimur, Bergur Samuelsen, formaður og skrivari, Elin Hentze, næstforkvinna, Høgni Warberg, kassameistari, og Ingigerð á Trøðni, tiltakslimur.