Betri samband millum NBH og brúkaran

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur fingið nýggja heimasíðu, har brúkarar og avvarðandi lætt og ómakaleyst kunnu kunna seg um tænastur, tilboð, tíðindi og annað.

Á nýggju heimasíðuni hjá NBH er dentur serliga lagdur á, at síðan skal vera innbjóðandi og løtt at brúka. – Umframt at nýggja heimasíðan er frísk og snøgg, so hava vit lagt stóran dent á at gera tað lætt at finna runt á síðuni, til dømis við at savna oyðibløð, tænastur og kunning fyri seg, sigur Sunnuva á Lakjuni, fakligur samskipari hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Búmerkið hjá NBH, sum myndar samstarvið millum kommunurnar og oyggjarnar norðanfyri, gongur aftur í sniðnum á heimasíðuni, og sum heild er heimasíðan ein týðandi partur av sambandinum millum NBH og brúkarar og avvarðandi, sigur Sunnuva á Lakjuni.

Samstarvið á eldraøkinum í norðoyggjum byrjaði við umfatandi kanningararbeiði, har tørvur og ynski hjá brúkarum og avvarðandi vórðu kannaði. Úrslitini gjørdust síðan grundarlag fyri visjónini fyri NBH, sum fyrst og fremst snýr seg um nærveru, fleksibilitet og álit, og í hesum sambandi hevur heimasíðan ein týðandi leiklut. – Tað hevur stóran týdning fyri sambandið millum okkum og okkara brúkarar, at kunning, oyðibløð og onnur vitan er løtt at finna, tí hetta leggur eisini lunnar undir, at vit kunnu veita eina góða og fleksibla tænastu, sigur Sunnuva á Lakjuni.

Á nýggju heimasíðuni www.nbh.fo ber til at kunna seg um Norðoya Bú- og Heimatænastu, tilboð, stovnar og annað. Eisini ber til at kunna seg um tiltøk í norðoyggjum, sum venda sær til eldri borgarar, og harumframt ber eisini til at senda talgildar umsóknir um tænastur.