Við sínamillum virðing gerst talan um munir, sum ikki skilja okkum sundur, men sum hinvegin kveikja áhuga, og ein fær eina lívsjáttandi kenslu av at vera ein partur av einum størri og óendaliga áhugaverdum heimi.
Rasmus S. Biskopstø skrivar klummuna hesa vikuna,
Nýliga heimafturkomin av fjakkaraferð í Suður- og Norðuramerika, eri eg í góðari venjing, tá tað kemur til at fortelja fyri forvitnum fólkum hvat Føroyar eru fyri nakað, og hvar landið liggur.
Summi høvdu hoyrt um okkara fótbóltslandslið, nøkur fá vistu, at føroyingar sum nakrir ósiviliseraðir barbárar eta delfinir og hvalir, og onkur hendinga landalærunørdur kendi oyggjarnar av berum áhuga og visti enntá eisini, hvussu Merkið sær út. Tey allarflestu visti ikki, at nakað annað enn sjógvur var ímillum Norra og Ísland, áðrenn tey av tilvild møttu einum, sum hevði livað har alt sítt lív.
Tað er ótrúliga skjótt og lætt at ferðast, og tað sigst, at internetið hevur saman við alheimsgerðini minkað heimin og samanknýtt okkum sum ongantíð áður. Hóast hetta, hevði ongin nakrantíð hoyrt um Skálafjarðatunnilin, Klaksvíkar sjúkrahús og rættin til makrelkvotur. Fyri tey vóru føroysku oyggjarnar við summarnáttum, jólaódnum og alt harímillum eitt ókent landafrøðiligt loyndarmál.
Sum sjálvstøðugur ambassadørur fyri Føroyar í eitt avmarkað tíðarskeið kann ein troyttast av at endurtaka setningin “it is between Norway and Iceland”, men tað var samstundis hugtakandi at uppliva áhugan, sum tey flestu vístu fyri mínum ókenda heimlandi. Tá ið tey síðani lærdu, at hetta staðið var eitt heim hjá einari tjóð við egnum máli og mentan, vildu tey vita uppaftur meira.
At útveksla søgur og sannføringar við menniskju hinumegin jørðina, var hugtakandi upp á fleiri mátar. Eg mátti venja meg við hægri enn 10 hitastig veðurlag, fruktir sum smakka betur enn súreplir og appilsinir, háhús, trø og enntá øðrvísi stjørnur um næturnar. Samstundis høvdu tey ofta ilt við at ímynda sær eitt land við nógvum oyggjum og ongum Starbucks, har næstan øll kenna hvønn annan, og næstan ongin stongir sína úthurð. Summi flentu enntá, tá eg segði, hvussu “nógv” fólk búgva í mínum heimbýi, sum er tann næststørsti í landinum.
Vit eru yvirhøvur skjót at leggja merki til munir ímillum støð og galdandi fólkaskikk. Kanska er tað nevniliga hesir munirnir, sum gera verðina so spennandi at ferðast í. Hví flyta seg, um ein ikki vil vuppliva nakað nýtt? Skiftandi landslag, veðurlag og mentan, ger heimin til eitt vakrari og ríkari stað.
Við sínamillum virðing gerst talan um munir, sum ikki skilja okkum sundur, men sum hinvegin kveikja áhuga, og ein fær eina lívsjáttandi kenslu av at vera ein partur av einum størri og óendaliga áhugaverdum heimi. Kanska vildu fólk vita meira um, hvat er ímillum Norra og Ísland, tí fyri tey gjørdist verðin einar heilar Føroyar ríkari.