Bjarni Petersen vil verða formaður í Norðurlandaráðnum fyri Ung

Bjarni Petersen, sum vit kenna sum valevni fyri Framsókn, vil vera formaður í Norðurlandaráðnum fyri Ung. Hann er einasta høgravenda valevni til formanssessin. 

– Vit luftaðu tankan í summar, tá ið NLU (Nordens Liberale Ungdom) hevði aðalfund í Føroyum, men tá hugsaðu vit um at leggja eina ætlan fyri nøkur ár. Nú sóu vit, at ein møguleiki var, og vit valdu at taka av, sigur Bjarni K. Petersen, ið bjóðar seg fram til formansskapin í Norðurlandaráðnum fyri Ung.

Bjarni K. Petersen er 23 ára gamal lesur politik og fyrisiting á Lærda Háskúlanum í Aalborg. Hann hevur verið virkin í Framsøkin Ung í nógv ár, seinastu árini sum altjóða umboð fyri ungmannafelagið. Til síðsta løgtingsval stillaði Bjarni upp fyri Framsókn og gjørdist fyrsti varðamaður á listanum hjá teimum.

Norðurlandaráðið fyri Ung er, sum navnið sigur, eitt ráð líkt Norðurlandaráðnum, men mannað av ungmannafeløgum. Ráðið er saman einaferð um árið, tá ið ungmannafeløgini kjakast um uppskot, sum ymisku ungmannafeløgini hava gjørt. Eftir ársfundin hjá ráðnum, verður ein fráðgreiðing við viðtiknu uppskotunum latin Norðurlandaráðnum til viðgerðar.

– Eg vil arbeiða fyri, at ráðið verður ein størri partur av almenna orðaskiftinum. Eisini at vit verða tikin meira í álvara av Norðurlandaráðnum, sigur Bjarni, ið heldur tað verða týdningarmikið, at eitt tílíkt ráð fyri ung í norðurlondum er sjónligt.

Tá ið ráðið kemur saman í ár, eru tvey uppstillað til formansskapin í ráðnum. Bjarni Petersen metir, at hann hevur møguleika at verða valdur, tí ongin annar høgravendur í ráðnum stillar upp til formansskapin. Tað er altíð ein spurningur um at fáa stuðul frá flokkunum kring miðuna, tí valið er ofta ímillum ein høgravendan og ein vinstravendan kandidat. Hesa ferð er hitt valevnið Kati Systä úr Finnlandi, sum stillar upp fyri tey Grønu.

Vil gera felagsskapin sjónligari
Á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum fyri Ung sigur Bjarni:

Okkara felags søga, mentan og mál gevur norðurlondum tær bestu fyritreytirnar í heiminum at arbeiða saman um felags loysnir. Vit hava hendan serstaka møguleikan at dyrka bæði tað, ið ger okkum ymisk, og tað, ið savnar okkum. Tí er tað týdningarmikið at vit kanna teir møguleikar, sum tað norðurlendska samstarvið kann geva okkara londum og fólki.

Eg spyrji hann, um orðini ikki eru tey somu, sum øll hava sagt so ofta, men sum onki merkja.

– Tað kanst tú kanska siga. Ráðið snýr seg eisini nógv um at hittast og møta nýggjum fólki. Men tað er týdningarmikið at ráðið gerst meira snjónligt í almenna ráðnum, og at ráðið fær meira ávirkan, sigur Bjarni K. Petersen.

Hann heldur eisini, at tað kann vera ein fyrimunur fyri Føroyar, at formanskapurin verður mannaður av einum føroyingi.

– Eg ætli mær eitt nú at at fylgja gongdini viðvíkjandi føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, sigur Bjarni K. Petersen. Hann sigur eisini, at tað er møguleiki fyri, at formansskapurin verður væl mannaður av føroyingum, um hann so ikki verður valdur til formann í norðurlandaráðnum fyri Ung. Hervør Pálsdóttir úr Unga Tjóðveldinum er umboð fyri Sosialistisk Ungdom i Norden.

– Tað ger, at vinklingin av málunum er føroyskur, sigur Bjarni sum leggur afturat, at sum formaður verður tað sjálvandi fyri norðurlond sum heild og ikki fyri Føroyar sum so.

Norðurlandaráðið fyri Ung hittist í Helsinki 27. og 28. oktobur.