Bjóðar sær til at steðga á landsliðnum

Heimskendi fótbóltsspælarin Gerard Pique hevur bjóðað sær til at steðga á spanska landsliðnum áðrenn endaspælið í heimsmeistarakappingini í 2018, um tað er ein trupulleiki at hann stuðlar loysingini í Katalonia. 
– Eg haldi meg kunna halda fram, siterar BBC Gerard Pique fyri at siga.

– Men um leiðslan veruliga heldur meg vera ein trupulleika, so taki eg meg aftur og steðgi á landsliðnum áðrenn 2018, leggur Pique afturat.

Gerard Pique hevur fleiri ferðir verið í andgletti, tí hann stuðlar katalanskum fullveldi, samstundis sum hann spælir á spanska landsliðnum. Tað hevur gjørt hann illa lýddan ímillum spanskar áskoðarar, at hann stuðlar Katalonia í at taka fullveldi.

Tað var ein Pique við tárum í eygunum, sum møtti sponskum miðlum eftir Barcelona dystin í gjár, ið var spældur fyri afturlatnum durum. Barcelona hevði søkt um at fáa dystin útsettan vegna fólkaatkvøðuna, men tað ynskið var ikki eftirlíkað, og tí valdi Barcelona at spæla uttan áskoðarar

– Eg eri stoltur av Katalonia, segði Pique eftir dystin. Hann legði eisini myndir út á sosialar miðlar av sær sjálvum, tá ið hann var og atkvøddi.