Bjørt Samuelsen forkvinna í vinnunevndini

Eftir at miðlarnir hava spátt um spjaðing og ósemju í samgonguni, tí formansval skuldi vera í vinnunevndini í dag, hevur valbólkurin hjá samgonguni hildið seg til sínar avtalur og valt Bjørt Samuelsen til forkvinnu. 

Alla vikuna hava miðlar skrivað um ósemju í samgonguni, nú formansval skuldi vera í vinnunevndini.

Tá ið samgongan var skipað, varð semja gjørd um, at Javnaðarflokkurin skuldi hava formanssessin í vinnunevndini fyrstu hálvuna av samgonguskeiðinum, og at Tjóðveldi skuldi taka við sessinum, eftir at tvey ár vóru liðin.

Miðlarnir hava síðan víst á, at samgongan er í minniluta í vinnunevndini, og tí var ivasamt, um formansskifti fór at vera. Eisini varð spurningur settur við, um Jógvan Skorheim ikki kundi gerast formaður sjálvur, tí hann var tungan á vágskálini til atkvøðugreiðsluna.

Í dag er Bjørt Samuelsen vald til forkvinnu í vinnunevndini júst sum upprunaliga ætlanin var. Jógvan Skorheim var partur av valbólkinum, ið gjørdi avtalu um nevndarbýtið, tí hevði tað verið undarligt, um hann ikki atkvøddi fyri formansskiftinum.