Bjørt Samuelsen hevur álit á fólkakirkjuni

Bjørt Samuelsen, ið hevur verið ímillum tey, ið hevur bart harðast fyri rættin hjá samkyndum, heldur ikki at uppskotið um kirkjuliga signing á nakran hátt ger seg inn á kirkjuna. Hon sigur, at hon hevur álit á, at kirkjan sjálv megnar at taka støðu til, hvussu krikjulig viðurskifti fara fram. 

– Tað er púra greitt, at eingin áleggur kirkjuni at signa samkynd! Tvørturímóti hevur kirjan fult frælsi at skipa innari viðurskifti síni og harvið signingritualini, júst soleiðis, sum kirkjan ynskir. Fer kirkjan einaferð í framtíðini at signa onnur enn mann og konu, so er tað tí – og bara tí – at hon sjálv tekur stig til og letur upp fyr tí møguleikanum.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Í langa tíð hevur broytingin í hjúnarbandslógini, soleiðis at tvey av sama kyni kunnu ganga saman í hjúnarlag, veriðnógv umrødd. Summarið 2016 bleiv uppskotið samtykt, og tí er tað nú ein spurningur um tíð, áðrenn samkynd eisini kunnu ganga saman í hjúnarlag.

Men tað hava verið ávísar lógartøkniligar forðingar í samband við málið, millum annað spurningurin um, hvørt kirkjulig signing kann halda fram í sama hami.

– Tá uppskotið um broyting í hjúnarbandslógini varð lagt fram, fylgdi eitt lógaruppskot, har greitt varð ásett, at verandi støða við eitt nú at signing í kirkju er millum mann og konu, helt fram. Men kirkjan ynskti ikki at tað uppskotið skuldi takast við, tí tey mettu, tað var at gera seg inn á kirkjuliga sjálvsavgerðarrættin, sum tað fyri sovítt eisini var, tó at endamálið var at sláa fast við sjeytummaseymi, at signing av samkyndum ikki kom inn í kirkjuna, saman við broytingin av borgarligu giftuni í hjúnabandslógini, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum í novembur 2015 legði uppskotið um at broyta hjúnarbandslógina fram saman við fólki úr øðrum flokkum.

Bispur hevur annars boða frá, at hann fer at nokta prestum at signa borgarliga gift pør, tí at hann ikki vil at kirkjan skal diskriminera ímillum samkynd pør og onnur borgarliga gift pør, og tá bíbilska tulkingin av hjúnarbandi sambært kirkjuni einans er ímillum mann og konu, kann kirkjan ikki signa samkynd hjúnarløg. Bjørt vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til tulkingina hjá bispi, men hon heldur ikki at tað, ið skal atkvøðast um fríggjadagin ger seg inn á kirkjuliga frælsi.

– Tað sum vit skulu atkvøða um fríggjadagin er bert ein staðfestan av núverandi støðu. Fólkakirkjan fær heimild til at signa tey, sum kirkjuligt rituali er til at signa. Tá kirkjan bert hevur ritual til at signa konu og mann – tað ber nevniliga ikki til at koyra nýtt innihald inn í gamla signingritualið frá 1938 – kann hon bara halda fram við tí, sigur Bjørt Samuelsen, sum leggur dent á, at Kirkjan sjálvsagt framhaldandi skal hava avgerðarrætt í kirkjuligum viðurskiftum.

Hon heldur at tað vísir væntandi álit á kirkjuna, at tað verður sáddur ivi um, hvørt kirkjan fer at signa samkynd pør ella ikki. Tað stendur nevnliga kirkjuni frítt at virka eftir egnum siði, og kirkjan má sjálv avgerða, hvat hon metur vera hóskandi.

– Vit mugu eisini hava álit á, at kirkjan sjálv kann gera tey rituali, sum kirkjan metur tíðarhóskandi. Um so er at kirkjan tulkar bíbilskt hjúnarlag sum hjúnarlag ímillum mann og kvinnu, so kann kirkjan halda fram við at signa mann og kvinnu og ikki tvey av sama kyni. Tað meti eg ikki vera diskriminasjón, men bert ein staðfesting av fatanini hjá kirkjuni, greiðir Bjørt frá

Tað sum málið um kirkjuliga signing tó ikki má føra við sær, er at broytingin í hjúnarbandslógini verður steðga. Bjørt heldur at samfelagið má viðurkenna at hóast kirkjan skal hava frælsi at virka sum hon vil, so má tað ikki steðga aðrari samfelagsligari broyting, so sum at samkynd pør, ið vilja liva saman sum hjún, sjálvandi eiga at hava rætt til tað.

– Vit verða øll noydd at viðurkenna, at tað eru samkynd pør til í Føroyum. Fólk, ið velja at liva saman í hjúnarlagi, og vit kunnu ikki nokta teimum tey borgarligu rættindi, tí at kirkjan tulkar hjúnarbandið á ein annan hátt, sigur Bjørt Samuelsen at enda.



Related Posts